19. desember 2017
Melda til 5 dagar áðrenn tú ætlar at gevast við at roykja Ver við í ókeypis átakinum hjá Fólkaheilsuráðnum, ið er við til at strimbra og hjálpa tær, sum hevur gjørt av at gevast við at roykja.
Melda til 5 dagar áðrenn tú ætlar at gevast við at roykja
Ver við í ókeypis átakinum hjá Fólkaheilsuráðnum, ið er við til at strimbra og hjálpa tær, sum hevur gjørt av at gevast við at roykja.
Fá stuðul, tá tú leggur av
Fólkaheilsuráðið bjóðar tær, sum roykjara, ein øðrvísi hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal tað vera! Tú meldar teg til nakrar dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum.
Ókeypis átak
Tú kanst melda teg til við at senda eitt sms við tekstinum „gevst" til 1919, og tú fært sms-boð sendandi yvir teir næstu tveir mánaðirnar. Sms-boðini eru ókeypis og tú kanst melda teg til alt árið.
Skipan virkar annars alt árið!