Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

28. mars 2018

Kom til fyrilestur um ítrótt sum fyribyrging av sjálvmorði

Tá Mattias var 15 ára gamal, tók pápi hansara lívið av sær. Hetta setti djúp sár í sinnið á unga Mattiasi, sum ikki vildi viðurkenna, at pápin hevði gjørt hesa ræðuligu gerð.

Evropameistarin Mattias Sunneborn heldur fyrilestur

Fólkaheilsuráðið og Frælsur Ítróttur Føroya skipa týskvøldið 3. apríl kl. 19.30 fyri sera áhugaverdum fyrilestri.

Tað er navnframi svenski ítróttarúrmælingurin Mattias Sunneborn, sum kemur at halda fyrilestur um ítrótt sum amboð at fyribyrgja sjálvmorði, og um hvussu ítrótturin hjálpti honum víðari í lívinum.

Fólkaheilsuráðið tekur undir við boðskapinum hjá Mattiasi, tí vit vita, at tað hevur týdning fyri sálarligu heilsuna, at vit eru virkin í ymiskum, sum eitt nú ítrótti. Í ítróttinum kunnu vit vera virkin kropsliga og sálarliga, kenna okkum sum part av felagsskapinum á einum ítróttarliðið, og hugbinda okkum í ítróttinum við t.d. at seta okkum nøkur mál og nýggjar avbjóðingar, ið geva meining fyri okkum. Á henda hátt styrkja vit um bæði likamligu og sálarligu heilsuna, við bæði at vera virkin, vera saman og vera hugbundin, ið er boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu. Sálarlig heilsa og likamlig heilsa hava eins stóran týdning, og tað er av stórum týdningi at varpa ljós á sálarliga heilsu, tí tað er við til at avstigmatisera.

Tá Mattias var 15 ára gamal, tók pápi hansara lívið av sær. Hetta setti djúp sár í sinnið á unga Mattiasi, sum ikki vildi viðurkenna, at pápin hevði gjørt hesa ræðuligu gerð.

Í nógv ár segði hann pápan vera deyðan av øðrum orsøkum. Hann tosaði ikki við nakran um hetta, men græt seg í svøvn manga náttina eftir hetta.

Í dag kennir Mattias týdningin av at tosa um og arbeiða seg ígjøgnum sorgina. Hann er í dag umboðsmaður hjá svenska felagsskapinum Suicide Zero, sum arbeiðir fyri at avmarka sjálvmorði og sjálvmorðsroyndum mest møguligt og fyri at hjálpa øðrum víðari.

Sannandi at tað í Svøríki eru um 1.600 fólk árliga, sum taka lívið av sær, arbeiðir Suicide Zero á fleiri mótum, sum vit í Føroyum eisini kunnu læra nógv av. T.d. verður dentur lagdur á, at starvsfólk á skúlum, í eldrarøktini og løgreglu leggja seg eftir at lesa tey tekin, sum sjálvmorðshótt senda. Og at hert eftirlit er við fólki, sum hava verið fyri ógvusligum hendingum.

Í Føroyum vóru frá 2010 til 2015 tilsamans 16 sjálvmorð. So eisini her heima er tað av størsta týdningi at varpa ljós á hetta tabu-kenda evnið.

Fyrilesturin, sum verður í salinum hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu, er ókeypis og byrjar kl. 19.30.

}