31. oktober 2014
Flokslærarin hjá 9. Flokki í Skúlanum á Giljanesi, Rutt á Plógv, fekk í gjár handað heiðursplátu, sum staðfestir, at skúlin er Ársins Roykfríi Skúli 2014.
Flokslærarin hjá 9. Flokki í Skúlanum á Giljanesi, Rutt á Plógv, fekk í gjár handað heiðursplátu, sum staðfestir, at skúlin er Ársins Roykfríi Skúli 2014. Flokkurin vann skúla sínum henda heiður, og plátan verður hongd upp í skúlanum. Allir næmingarnir vórðu samlaðir til eina konsert við Sakaris, hetta saman við heiðursplátuni var vinningurin, sum Fólkaheilsuráðið lat í ár.
Talið av luttakandi flokkum økist ár undan ári, í ár vóru tað so 67 skúlaflokkum kring alt landið, sum vóru við í kappingini. Flokkarnir skuldu vera roykfríir í ein mánað, frá 9. september til 9. Oktober. Hetta megnaðu 42 flokkar, og í lutakasti, sum Fólkaheilsuráðið skipaði fyri, gjørdist 9. flokkur úr Skúlanum á Giljanesi hepni vinnarin.
Vit ynskja teimum til lukku!
myndirnar hevur Kjartan Madsen tikið
Tøl og fakta frá 2014:
Luttakandi børn frá 5. til 10. flokk: 1280
Luttakandi flokkar: 67
Luttakandi flokkar, sum kvalifiseraðu seg til lutakast: 42
Vinnandi flokkur: 9. Flokkur úr Skúlanum á Giljanesi
Skúlin á Giljanesi er tískil Ársins Roykfríi Skúli.
Tøl og fakta frá 2013:
Luttakandi børn frá 5. til 10. flokk: 1039
Luttakandi flokkar: 55
Luttakandi flokkar, sum kvalifiseraðu seg til lutakast: 49
Vinnandi flokkur: 8. a í Eysturskúlanum.
Eysturskúlin er tískil Ársins Roykfríi Skúli.
Tøl og fakta frá 2012:
32 flokkar luttóku
Vinnari var 6. flokkur í Skúlanum við Løgmannabreyt
Luttakandi børn í 2012: 520