Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

02. januar 2008

Kostkumpassin

Kostkumpassin vísir á eina leið við javnvág ímillum mat og kropsligt virksemi. Og her er ikki einans talan um eitt sunt val, sum matarvarðin bygdi á.

Í staðin fyri matarvarðan eru danir farnir at mæla til 8 kostráð, sum eru sett í eina kumpass, sum nevnist kostkumpassin.


Kostkumpassin vísir á eina leið við javnvág ímillum mat og kropsligt virksemi. Og her er ikki einans talan um eitt sunt val, sum matarvarðin bygdi á.

Umframt at kostkumpassin vísir á eitt sunt val; vísir hon eisini á, at neyðugt er at “spara”, tá talan er um sukur, góðgæti, sodavatn, feitt í kjøti og mjólkavørðum v.m.

Harumframt ræður um at vera kropsliga virkin; minst 30 minuttir um dagin.

Her eru 8 góð ráð:

Et frukt og grønmeti - seks um dagin

Et fisk og fiskaviðskera - fleiri ferðir um vikuna

Et epli, rís ella pasta og fullkornsbreyð hvønn dag

Minka um sukrið - serliga úr serliga sodavatni, góðgæti og køkum

Minka um fitinýtsluna - serliga úr mjólkarúrdrátti og kjøti 

Et fjølbroytt og halt hóskandi vekt 

Sløkk tostan við vatni 

Rør teg í minsta lagið 30 minuttir um dagin - børn 60 minuttir

}