Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

10. juni 2022

Landsstevna í Skúlaleikum

HESIR FLOKKARNIR SKULU HITTAST Á LANDSSTEVNU OG SVERRI SANDBERG NIELSEN KEMUR VIÐ

Fríggjadagin 10. juni verður landsstevna í Skúlaleikum.

Eftir 8 sera væleydnaðar undanstevnur fyri 4. og 5. flokkum kring landið, har fleiri enn 1100 børn hava uppliva ein ítróttadag við felagsskapi og rørslugleði, hava vit nú funnið teir 15 flokkarnar, sum skulu umboða fimm ymisk øki til landsstevnuna. 

4. flokkar:

Løgmannabreyt
Kollafjarðar skúli
Santa Frants skúli (B)
Vestmanna
Skúlin við Løkin (B) 
Skúlatrøð (B) 
Skúlin í Eysturkommunu (A)
Porkeris skúli

5. flokkar:

Løgmannabreyt
Eysturskúlin B
Vestmanna og Skála skúli
Skúlatrøð (A) 
Skúlin í Eysturkommunu (B)
Vágsskúli

Landsstevnan verður ein spennandi dagur, har 4. flokkarnir fara at spæla flogbørn og gera frælsan ítrótt og 5. flokkarnir fara at spæla badminton og rógva. Og eins og til undanstevnurnar snýr dagurin seg  um. meira enn ítróttagreinarnar. Vit far at heppa á hvønn annan, hita upp saman og so fáa vit forkunnuga vitjan.

Sverri Sandberg Nielsen kemur at vitja

Sverri Sandberg Nielsen verður við á degnum, og næmingar sleppa sjálvandi at seta spurningar og at taka myndir saman við einum av okkara fremstu íðkarum.

Dagurin endar við, at vit finna teir flokkar, sum gerast vinnara av landsstevnuni í Skúlaleikum 2022.

Avgerð er longu tikin um, at Skúlaleikir verða bjóðaðir út aftur komandi skúlaár, og tá bjóða vit 6. flokkunum við til kurvabólt og rørslumegi.

Skúlaleikir 2022/23

Skúlaleikir verður á skrá 2022/23 við somu greinum til 4. og 5. flokk, og so er ætlanin er at bjóða 6. flokkum kurvabólt og rørslumegi (skúlagrein grundað á cross-fit rørslur).
 
Vit vóna, at tit velja at luttaka í Skúlaleikum aftur komandi ár. 
 

Melda til Skúlaleikir 2022/23 og skeiðini hjá Námi

Tit kunnu melda tykkara 4.- 6. flokk til Skúlaleikir her.
Tit kunnu eisini longu nú melda tykkum til skeið í Skúlaleikum á Námi her.  
Sum nakað nýtt fara vit í samstarvi við Nám at bjóða eitt skeið og framleiða undirvísingartilfar um rørslu í undirvísingini. Hetta skeiðið kunnu tit eisini melda tykkum til í skeiðsyvirlitinum hjá Námi her.

}