Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

28. september 2022

Lat okkum enn einaferð vera virkin saman í oktober!

Í dag bleiv álmanakkin “Virkin oktober 2022” almannakunngjørdur. Álmanakkin hevur, í samsvar við gransking, hópin av uppskotum til, hvussu tú kanst styrkja sálarligu heilsuna í oktober við nøkrum smáum gerðum hvønn dag.

Heystið er byrjað og veðrið er ofta heldur illfýsið, og tí kann tykjast truplari at halda seg virknan hesa árstíð. Tí hevur tað stóran týdning, at gerast tilvitaður, um tú gert ymiskt, sum er gott fyri sálarligu heilsuna, ella um tú í størri mun skalt raðfesta virksemi, sum hevur góða ávirkan á sálarligu heilsuna hjá tær og øðrum.

Gransking vísir, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er fyrsta stigið til at betra um og varðveita sálarliga- og kropsliga heilsu.

Fyri fjórðu ferð skipar Fólkaheilsuráðið fyri átakinum “Virkin Oktober”, tí tað er viðkomandi fyri øll, uttan mun til, um tú hevur sálarligar trupulleikar ella hevur góða sálarliga heilsu.

“Móttøkan av hesum álmanakkunum hevur verið ótrúliga góð tvey tey undanfarnu árini. Vit hava hoyrt, at summi kundu hugsað sær, at vit gjørdu ein álmanakka fyri hvønn mánað í árinum, tí hann t.d. er eitt gott amboð hjá nøkrum við sálarligum avbjóðingum at verða mintur á og fáa íblástur til virksemi í tí smáa, sum er gott fyri sálarligu heilsuna. Boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu, “ver virkin, ver saman, ver hugbundin” er inngrógvin í átakinum, og tískil eggja vit til, at tú fylgir uppskotunum ella tillagar virksemið, so tað samsvarar við tíni áhugamál, tína lívsstøðu og til tað, sum er við til at geva tær eina kenslu av meining.” sigur Monika Mohr, verkætlanarleiðari fyri ABC fyri sálarliga heilsu í Fólkaheilsuráðnum.  

Álmanakkar til børn, ung og vaksin

Fólkaheilsuráðið hevur tríggjar álmanakkar; ein til børn, ein til ung og ein til vaksin. Uppskotini minna um hvørt annað, men málburðurin og uppskotini eru rættað til aldurin. Við átakinum virkin oktober eggja vit einstaklingum, skúlum, feløgum, arbeiðsplássum og stovnum at taka lut í átakinum í oktober.

Álmanakkarnir innihalda eina rúgvu av hugskotum til, hvussu tú hvønn dag í oktober kanst gera nakrar smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri fyri. Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í oktober. Tað eru tær smáu gerðirnar, sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymiskar mátar, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna.

Álmanakkarnir leggja upp til, at tú ert virkin, bæði fyri teg sjálvan, saman við øðrum og gert okkurt, sum gevur meining fyri teg. Kanska fært tú áhuga í nýggjum frítíðarítrivum ella fært nýggjar vanar, sum tú tekur við tær víðari í lívinum.  

Álmanakkarnir kunnu takast niður sum prent ella mynd á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum www.folkaheilsa.fo ella her og uppsløg fyri hvønn dag eru eisini at finna á Facebook síðuni “ABC fyri sálarliga heilsu” og Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid”.

Gev øðrum íblástur til at vera virkin

Í sambandi við Virkin oktober, skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini kapping á Instagram, har endamálið er, at fólk kunnu fáa íblástur frá hvør øðrum til at vera virkin í oktober.

“Endamálið er ikki at samanbera seg við onnur, men at geva øðrum íblástur til at vera virkin í oktober og vísa, at øll kunnu vera virkin uppá onkran máta, og hvussu einfalt tað kann vera at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna” sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Tú kanst taka lut í kappingini á Instagram á henda hátt:

  1. Fylg síðuni “Folkaheilsuradid” og
  2. Vís okkum á Instagram, hvussu tú ert virkin í oktober við at leggja eina mynd sum uppslag út á tín profil (ikki sum "story") og nýt: #virkinoktober2022 og #abcfyrisálarligaheilsu.

So ert tú við í lutakastinum um tvær nætur í eini av smáttunum hjá "Múlafossur Cottages" í Gásadali fyri 4-6 persónar. Virði 4500 kr. Tú ert eisini við til at geva øðrum íblástur til at vera virkin í oktober! Ein tilvildarligur vinnari millum øll uppsløgini verður funnin 1. november 2022.  

Fólkaheilsuráðið skipar fyri bæði “Virkin oktober” og “ABC vikuni” í oktober, og tí er hettar ein mánaði, har Fólkaheilsuráðið veruliga roynir at skapa tilvit um, hvussu stóran týdning tað hevur at raðfesta at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna. Skráin fyri ABC vikuna kemur seinni hesa vikuna.

Góðan virknan oktober!

Fólkaheilsuráðið

}