Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

10. desember 2007

Løgtingslóg um Fólkaheilsuráðið

Fólkaheilsuráðið er ráð undir landsstýrismanninum og hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. Heruppií liggur á ráðnum:

§ 1. Fólkaheilsuráðið er ráð undir landsstýrismanninum og hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. Heruppií liggur á ráðnum:


1) at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk,

2) at styrkja heilsufremjandi, sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk við ráðgeving og stuðuli til royndar- og menningararbeiði kring landið,

3) at taka stig til kanningar og útgreiðingar, sum eiga at verða framdar sum liður í einum heildarfyribyrgingartiltaki, ella sum liður í eini meting av verandi heilsufremjandi og sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøkum,

4) at stimbra gransking og royndum á fyribyrgingarøkinum.

5) at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd.

§ 2. Í Fólkaheilsuráðnum sita 7 limir, tilnevndir av landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn. Ein limur umboðar undirvísingarverkið, ein limur umboðar almannaverkið, 3 limir eru heilsustarvsfólk, og ein limur umboðar løgregluna. Landsstýrismaðurin velur sjeynda limin, sum eisini skal hava serligt innlit í almanna- og heilsuviðurskifti. Landsstýrismaðurin velur formann og næstformann millum limirnar í ráðnum.

§ 3. Landsstýrismaðurin kann seta aðrar sakkønar nevndir til stuðuls í sambandi við uppgávur ráðsins. Limir í slíkum nevndum kunnu veljast millum fólk og feløg, ið ikki eru limir í ráðnum.

§ 4. Landsstýrismaðurin ásetir starvsskipan ráðsins eftir tilmæli frá ráðnum.

§ 5. Landskassin rindar útreiðslurnar av virkseminum hjá Fólkaheilsuráðnum og hjá møguligum øðrum sakkønum nevndum.
Stk 2. Landskassin rindar limunum í ráðnum eina samsýning eftir almennum reglum.

§ 6. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at ráðið fær neyðuga skrivarahjálp og avger, um sjálvstøðug skrivstova skal setast á stovn.

§ 7. Fólkaheilsuráðið almannakunnger minst annað hvørt ár frágreiðing um virksemi ráðsins.

}