Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

20. juli 2007

MARK verkætlanin: Um livimátan hjá føroyingum

Fólkaheilsuráðið skipar fyri eini størri kanning av livimátanum hjá føroyingum.

Verkætlanin eitur MARK, tí hon snýr seg um Motión, Alkohol, Royking og Kost.

Gransking vísur á at lívsstílfaktorar, sum royking, ov lítil motión, vánaligur kostur og stór alkoholnýtsla hava stóran týdning fyri at gerðast álvarsliga sjúkur og fyri ov tíðliga deyða. Í okkara grannalondum er gransking innan hesi økið vanlig, og í Danmark eru tey í ár farin undir eina umfatandi kanning um livimátan hjá dønum. Hesa kanning kalla tey KRAM, sum eisini er ein stytting fyri tað sama sum í MARK. Føroyska kanningin er sjálvt í smálutum gjørd eftir sama leisti sum KRAM. Hetta merkir, at vit ætla okkum at brúka somu kanningarhættir og sama spurnablað sum danska kanningin, sum sæst á www.kramundersoegelsen.dk.

MARK- kanningin verður um alt landið, og byrjar í januar 2008 og heldur fram út á heysti.
Eitt tilvildarligt úrval av fólki millum 40 og 70 ár verða boðin at luttaka. Tey, sum játta fyri luttøku, skulu svara einum spurnablaði og vera likamskannað á ymsan hátt, og eisini verður blóðroynd tikin.

Spurnablaðið roynir at lýsa tey meginumráðini, sum henda kanning hevur fyri eygað, nevniliga kostin, likamsvirknið, roykivanar og rúsdrekkanýtsluna. Harumframt verður spurt um sjálvupplivaða heilsu og um heilsustøðuna hjá tí einstaka í høvuðsheitum. Ætlanin er, at tey luttakandi sjálvi kunnu svara spurnablaðnum á internetinum, tó er hendan skipan ikki tøk enn, tí byrja vit við einari vanligari pappírsútgávu, sum vit so sjálvi gera teldutøka.

Likamskanningin fatar um:
• mátan av blóðtrýst og pulsi
• likamsvekt, feittprocent og hædd
• miðju-og mjadnamát
• lungnafunktión
• vøddastyrki
• balansa
• konditión

Ein blóðdropi verður tikin úr oyranum og kannaður á staðnum fyri blóðsukur, triglycerid, cholesterol, LDL og HDL. Vit fara at biðja fólk koma fastandi til tess at økja um virði av hesum blóðkanningum.

Vit hava fylgt hesum kanningum í donsku KRAM kanningi, síðani tey byrjaðu í vár og halda at núverandi kanningartyssi er hóskandi. Kanningin varar umleið 1½ tíma fyri hvønn luttakara.

Kanningin endar við, at tann einstaki fær síni úrslit skrivað á serligt oyðiblað, sum eisini inniheldur serliga frágreiðing um markvirði og hvat tey eiga at gera, um teirra úrslit eru uttanfyri normalvirðini.

Fyribyrgingarráðið hevur fingið serliga játtan frá Almanna-og heilsumálaráðnum til hetta átak, og eftir ætlan verður peningur eisini settur av til verkætlanina komandi fíggjarár. Fyribyrgingarráðið hevur sett sjúkrarøktarfrøðingin, MPH Maluna Egholm í starv at standa fyri hesi verkætlan. Verkætlanin verður eisini framd í samstarvi við Apoteksverkið og við kommunurnar í Føroyum. Eisini liggur í verkætlaninarfrymlinum, at kommunurnar skula hava ein virknan leiklut í hesum fólkaheilsuátakið. Til dømis hevur Fyribyrgingarráðið verið í sambandi við Tórshavnar kommunu, sum hevur lovað at húsa verkætlanini á einum stað sum fólk kenna, mitt í býnum, og tað verður Heinesens Hús. Eisini hevur kommanan lovað at hjálpa til við hóskandi starvsfólkum, sum skulu leiðbeina borgarunum um hvørjar hentleikar kommunan ræður yvir, tá um likamsvirkni, roykiavvenjing v.m. ræður.

Vit ætla í fyrsta umfari at kanna 2000 fólk. Tey fyrstu 1000 verður úr Tórshavnar kommunu. Hini 1000 vera innkallaði frá hesum økjum: 200 úr Suðuroy, 100 úr Sandoy, 100 úr Vágum, 300 úr Eysturoy, 200 úr Norðoyggum, 100 Norðurstreym.

Verkætlanin er góðkend av Vísindasiðsemisnevndini og av Dátueftirlitinum. Landsfólkayvirlitið hevur tilvildarliga drigið úr skránni nøvn, bústað og føðingardag hjá fólki millum 40 og 70 ár, soleiðis at býtið verður sum omanfyri nevnt um landið. Við tað, at vit bert roknað við at helvtin vil luttaka, hava vit biði um, at íalt 4000 fólk verða útdrigin úr skránni.

Upplýsingarnar verða goymdir á teldu og viðgjørdir á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu. Her verða teir goymdir við navnið og ætlanin er ikki forkomað upplýsingunum, tá verkætlanin er av. Bæði tí at møguliga verður henda verkætlanin við tíðini eitt permanent tilboð til borgararnar um screening av heilsustøðuni, men eisni tí at møguleiki skal vera hjá granskarum í framtíðini at seta seg í samband við luttakararnar tá nøkur ár eru farin, t.d. fyri at kannað hvussu heilsustøðan hevur tikið seg upp í mun til støðuna nú.
 

}