07. mai 2014
Í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung.
Í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung:
a. Børn yngri enn 7 ár
b. 7-10 ár
c. 11-14 ár
Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki, og fær hvør vinnari kr. 500 í virðisløn.
Støddin á tekningunum skal vera 10x10 cm – ikki størri og ikki minni.
Skrivið navn, føðingardag og telefonnummar aftanfyri á tekningini.
Hvør skúlaflokkur kann senda fleiri tekningar í einum brævbjálva.
Boðskapurin í tekningini skal vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja, t.d.:
“Royking stinkar”
“Roykfrítt rokkar”
“Hvussu kanst tú siga nei til sigarettir?”
“Royking er oyðsl av pengum”
Børnini kunnu frítt velja, hvussu tekningin skal síggja út.
Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í seinasta lagi 23. mai kl. 12. Besta myndin í hvørjum bólki verður víst á heimasíðuni www.folkaheilsa.fo.
Karsten Hansen, landsstýrismaður handar virðislønirnar í SMS leygardagin 31. mai kl. 13, har allar myndirnar verða vístar fram sama dag.
Vit vóna, at tit fara at taka væl undir við kappingini.
Tekningarnar skulu sendast til: Fólkaheilsuráðið
J.C. Svabosgøta 43
100 Tórshavn