Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

22. september 2014

Nú nærkast kantinudagurin

Mikudagin fer Fólkaheilsuráðið at seta sjóneykuna á heilsugóðan kantinumat. Endamálið er at geva kantinustarvsfólkum íblástur til øðrvísi, sunnari og bílígari mat.

Mikudagin fer Fólkaheilsuráðið at seta sjóneykuna á heilsugóðan kantinumat. Endamálið er at geva kantinustarvsfólkum íblástur til øðrvísi, sunnari og bílígari mat.

Tað verður ein dagur á tremur við framløgum frá kveikjandi fakfólki og áhugaverdum verkstovum, tá Fólkaheilsuráðið mikudagin bjóðar føroyskum kantinustarvsfólkum til ein spennandi dag um tíðarinnar rák í kantinuni.

Millum annað fer vinnarin av donsku kantinuvirðislønini, Mikkel Karstad, at geva ráð og íblástur til heilsugóðar og vælsmakkandi rættir.

“Við hesum degnum vilja vit geva kantinustarvsfólkunum nøkur amboð við heim, sum tey kunnu brúka í teirra arbeiði í føroysku kantinunum. Ein rúgva av føroyingum etur á kantinu hvønn dag; til dømis á arbeiðsplássinum, og við hesum átakinum fáa vit vónandi sett heilsugóðan dám á, hvønn mat tey fáa,” sigur Poula Patursson, átaksleiðari í Fólkaheilsuráðnum.

Umframt vitan, amboð og íblástur verða nýggjastu rákini í kantinuhøpi eisini á skránni. Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum sjálv onnur, hevur givið “Lætt & leskiligt” bøkurnar út, fer at greiða frá, hvussu hon arbeiðir við heilsugóðum mati.

Í køkinum fara tey luttakandi at arbeiða við góðum ráðvørum, bæði feitum fiski, kjøti og avroðum; tað verið seg lambshjørtu – og lungu.

“Vit gleða okkum til at hitta tey føroysku kantinustarvsfólkini. Tað er jú ikki ofta, at júst hesin fakbólkurin savnast á einum staði. Eg ivist onga løtu í, at ein slíkur dagur eisini leggur upp til at deila vitan ímillum starvsfólkini, so tey fara heim aftur bæði við íblástri frá teimum, sum halda upplegg á sjálvum degnum, men ikki minst eisini frá sínum starvsfeløgum kring landið,” sigur Poula Patursson.

Sjálvur dagurin verður mikudagin 24. september 2014 í kantinuni á Landssjúkrahúsinum frá kl. 8.30 til 15.00.

}