Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

16. oktober 2017

Nú nærkast ráðstevnan

MELDA TIL ráðstevnuna, sum er fríggjadagin í Norðurlandahúsinum. Enn er pláss til ráðstevnuna, men luttøka krevur tilmelding - so, skunda tær!

Fólkaheilsa fyri øll 20. oktober 2017

Ársins fólkaheilsuráðstevna undir heitinum “Fólkaheilsa fyri øll”  verður fríggjadagin 20. oktober kl. 13.00 - 16.30 í Norðurlandahúsinum.

Í fjør vóru karmarnir fyri ráðstevnuna sprongdir, tá meira fólk hevði meldað seg til, en rúm var fyri. Fyri at tryggja, at tað ikki skal vera soleiðis aftur í ár, hava vit valt, at hava ráðstevnuna í stóru høllini í Norðurlandahúsinum, sum rúmar dupult so nógvum luttakarum, og vit vóna, at øll, sum ynskja at luttaka, sleppa til ráðstevnuna. Tiltakið er ókeypis, er fyri øll og tað ber til at melda seg til ráðstevnuna niðanfyri.

 

Melda til Fólkaheilsuráðstevnuna 2017 

 

Ráðstevnan var sera áhugaverdu ráðstevnuna, og har vórðu spírar settir niður, sum vit enn heysta ágóða av.

Í ár verður dentur lagdur á sálarliga heilsu í breiðum høpi. Sálarlig heilsa er eitt viðkomandi evni, tí sálarlig heilsa hevur eins stóran týdning sum likamlig heilsa, og tað ber til at betra um og ávirka sálarligu heilsustøðuna hjá føroyingum bæði á einstaklinga-, bólka- og samfelagsstigi.

}