Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

22. desember 2017

Nýggj gransking

Sannlíkindini fyri at hava góða sálarliga heilsu økjast, tess meira virkin ein er, tess oftari ein hugbindur seg í virksemi og felagsskapum, og tess oftari ein ger nakað fyri onnur. Sálarlig heilsa er nakað vit skapa í felag, og tí er góð orsøk til at hugbinda seg í virknum felagsskapum.

Nýggj gransking: Virksemi og felagsskapur gevur betri sálarliga heilsu

Sannlíkindini fyri at hava góða sálarliga heilsu økjast, tess meira virkin ein er, tess oftari ein hugbindur seg í virksemi og felagsskapum, og tess oftari ein ger nakað fyri onnur. Sálarlig heilsa er nakað vit skapa í felag, og tí er góð orsøk til at hugbinda seg í virknum felagsskapum.

Nýggj gransking frá eini kanning millum 3500 danir vísir, at fólk, ið gera eitthvørt virkið, meiningsfult og eru saman við øðrum um hetta, hava upp til fýra ferðir hægri sannlíkindi fyri at hava eina góða sálarliga heilsu. Tað vísa partvís úrslit frá spurnakanningini ”Danskernes Trivsel” hjá Statens Institut for Folkesundhed, sum danska ætlanin ”ABC for mental sundhed” stendur handan. Arbeitt verður við hesi ætlan bæði í Avstralia, Danmark, Føroyum og Norra og er tað í Føroyum Fólkaheilsuráðið, ið hevur ábyrgd fyri verkætlanini, ið í Føroyum eitur ABC fyri sálarliga heilsu.

Úrslitini í donsku kanningini vísa á, at tað ber til at venja og styrkja sálarligu heilsuna, á sama hátt sum likamligu heilsuna. Kanningin er deild upp í spurningar, ið snúgva seg um at gera nakað virkið, nakað saman og nakað meiningsfult, sum vit í føroysku verkætlanini nevna “ver virkin, ver saman og ver hugbundin”.

Felagsskapur hevur alstóran týdning

Úrslitini vísa, at felagsskapur hevur stóran týdning fyri sálarligu heilsuna. Um ein til dømis er partur av einum felagi, bólki ella organisatión, og er virkin í hesum hvørja viku, so er 75% størri møguleiki fyri, at ein hevur góða sálarliga heilsu, samanborið við, um ein ikki er partur av einum felagi, bólki ella organisatión.

Hugbinding og hjálpsemi er vegurin fram

Eisini vísir kanningin at tað eru tvær til tríggjar ferðir størri sannlíkindi fyri góðari sálarligari heilsu, um ein er uppií onkrum, ið bjóðar einum av, arbeiðir fyri einum týdningarmiklum málið, arbeiðir sum sjálvboðin ella hjálpir onkrum á annan hátt.

Um ein hjálpir øðrum eina ella tvær ferðir um mánaðin, so er 40% størri møguleiki fyri, at ein hevur góða sálarliga heilsu samanborið við, um ein ikki hjálpir øðrum. Um ein hjálpir øðrum minst einaferð um vikuna, so er meira enn tvær ferðir so stór (90%) sannlíkindi fyri góðari sálarligari heilsu. Hetta merkir ikki, at neyðugt er at gera ov nógv burturúr, við at regluliga gera reint fyri onnur ella hjálpa vinunum at umvæla húsini hvørt vikuskifti. Hjálpsemi í tí smáa, so sum at práta við ein í familjuni, ið hevur tørv á tí, ella fara eftir postinum fyri ein eldri granna, hevur eisini týdning. Vit kunnu hjálpa øðrum á alskyns mátar. ABC fyri sálarliga heilsu – bæði í Føroyum og Danmark, arbeiðir fyri at skapa røttu karmar og bestu treytir fyri at halda fólk sálarliga væl fyri, og her er ein týðandi táttur altso at hjálpa øðrum.

Úrslitini hava ein jaligan boðskap

Úrslitini frá ymiskum kanningum innan sálarliga heilsu hava ofta ein neiligan boðskap, ið vísir á hvat vit ikki skulu gera og hvat vit skulu fara uttanum. Í hesi kanning er boðskapurin heldur øðrvísi:

“Tað er deiligt at kunna almannakunngera úrslitini av eini kanning, sum enduliga  hevur ein so jaligan boðskap: Vegurin til sálarliga heilsu verður slóðaður við at gera tað, sum fyri tann einstaka gevur gleði og innihald í lívinum, og við at vera nakað fyri hvør annan. Jaligir felagsskapir og virksemi økir í týðiligan mun okkara sálarligu heilsu og minkar samstundis um vandan fyri sosialari avbyrging og einsemi – og so eru góð sosial netverk verjandi móti strongd, angist og tunglyndi” sigur ein av samstarvsfeløgunum hjá Fólkaheilsuráðnum, Vibeke Koushede, ið er granskari og serfrøðingur innan sálarliga heilsufremjan hjá Statens Institut for Folkesundhed, og verkætlanarleiðari fyri ABC fyri sálarliga heilsu í Danmark.  

Í Føroyum hava vit arbeitt við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu í skjótt eitt ár. Meira vitan um føroysku verkætlanina fæst her: http://www.folkaheilsa.fo//abc+fyri+salarligari+heilsu.html

Kelda: www.abcmentalsundhed.dk

}