Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

07. november 2019

Nýggjur føroyskur eftirskúli vil fremja tilvit um sálarliga heilsu

Fyri stuttum varð kunngjørt í fjølmiðlunum, at nýggjur eftirskúli verður í Sandoynni. Eftirskúlin eitur Brúgvin, og verður í fyrstu atløgu fyri 10. flokk og kemur at halda til í deplinum í Skálavík. Skúlin skal væntandi byrjað skúlaárið 2020-2021. Nýggi eftirskúlin er júst blivin partur...

Nýggjur føroyskur eftirskúli vil fremja tilvit um sálarliga heilsu

Fyri stuttum varð kunngjørt í fjølmiðlunum, at nýggjur eftirskúli verður í Sandoynni. Eftirskúlin eitur Brúgvin, og verður í fyrstu atløgu fyri 10. flokk og kemur at halda til í deplinum í Skálavík. Skúlin skal væntandi byrjað skúlaárið 2020-2021.

Nýggi eftirskúlin er júst blivin partur av samstarvinum í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum. “Vit eru sera fegin um, at arbeiðsbólkurin, sum stendur fyri ætlanini við eftirskúlanum, longu nú hevur tikið stig til at gerast partur av ABC fyri sálarliga heilsu. Við at koma uppí ABC samstarvið so tíðliga, fáa tey møguleika fyri frá byrjan at taka sálarliga heilsufremjandi sjónarmiðið til sín og leggja ætlan fyri, hvussu tey ynskja at flætta ABC fyri sálarliga heilsu inn í partar av skúlagongdini”, sigur Monika Mohr, verkætlanarleiðari í ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum. 

Arbeiðsbólkurin aftanfyri eftirskúlan Brúgvin, hevur sjálvur tikið stig til at gerast partur av ABC fyri sálarliga heilsu, og sigur soleiðis: “Tað er av stórum týdningi, at ung gerast tilvitað um, hvat er við til at fremja teirra sálarligu heilsu. Ætlanin er at menna teirra tilvit um týdningin av at vera virkin likamliga, sálarliga og andliga – og at leggja dent á týdningin av sosialum sambondum. Somuleiðis verða næmingarnir stuðlaðir í at verða virknir í virksemi, sum gevur meining fyri tey”. Inga Skaalum Magnussen er ABC samskipari hjá eftirskúlanum.

Fólkaheilsuráðið gleðist um at fáa ein tílíkan samstarvsfelaga í verkætlanina. Í løtuni arbeiða vit við ABC fyri sálarliga heilsu í fólkaskúlanum m.a. gjøgnum okkara samstarvsfelagar SSP og Gigni og við framløgum og smærri verkætlanum av og á. Nýggja samstarvið við eftirskúlan skapar tó høvi til, at vit kunnu fáa enn fleiri royndir og vitan um, hvussu ABC fyri sálarliga heilsu kann gerast partur av skúlagongdini hjá fólkaskúlanæmingum. “Í skúlaumhvørvinum, í skúlastovuni og millum næmingar og lærarar eru alskyns møguleikar fyri at vera virkin, styrkja um kensluna av at hoyra til og skapa meining og innihald í lívinum. Tað er av alstórum týdningi, at vit veruliga røkka út við ABC boðskapinum til tey ungu og skapa tilvit um góða sálarliga heilsu so tíðliga sum gjørligt. Tey ungu brúka meginpartin av gerandisdegnum í skúlanum og tí hevur tað týdning, at tey eisini her læra um atferð, ið er góð fyri sálarligu heilsuna” sigur Monika Mohr.

Brúgvin luttók á 10. ABC samstarvsfundi

Mánadagin hittust umboð fyri feløg, stovnar og kommunur í ABC samstarvinum fyri 10. ferð. Síðani Fólkaheilsuráðið summarið 2017 byrjaði at samstarva við stovnar, feløg og kommunur um ABC fyri sálarliga heilsu, eru fleiri og fleiri løgd afturat. Brúgvin er nú nýggjasti samstarvsfelagi, men fleiri onnur nýggj eru eisini komin uppí seinasta árið. Á hesum fundi varð m.a. dentur lagdur á at samansjóða nýggjar og royndar samstarvsfelagar, eftirmeta ABC vikuna og næmingar frá Miðlabreytini á Nám X vóru og greiddu frá teirra samstarvi við Fólkaheilsuráðið um fýra ABC filmar, ið tey hava framleitt.

}