Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

04. januar 2022

Nýtt toymi í Vága kommunu tekur upp aftur arbeiði við ABC fyri sálarliga heilsu

Á sumri í 2017 byrjaði ABC fyri sálarliga heilsu fyri fyrstu ferð at samstarva við kommunur, feløg og stovnar í Føroyum um at skapa betri karmar fyri einum sálarliga heilsufremjandi umhvørvi í Føroyum. Tá vóru sjey samstarvsfelagar partur av verkætlanini. Nógvir ymiskir stovnar, feløg og kommunur eru løgd afturat samstarvinum gjøgnum árini, og stutt fyri jól fingu vit okkara 26’inda samstarvsfelaga.

Nýtt ABC toymi: Dorthea Højgaard Dam, verkætlanarleiðari fyri Børn og Ung og Sølvi Simonarson, ráðgevi og samskipari innan menta- og trivnaðarmál. Rósa Samuelsen vantar á myndini.

Gjøgnum árini hava summir samstarvsfelagar tikið seg úr verkætlanini vegna væntandi starvsfólkaorku. Ein av hesum er Vága kommuna, sum var partur av ABC fyri sálarliga heilsu frá 2017 til 2018. Nú kann Fólkaheilsuráðið við stórari gleði avdúka, at Vága kommuna í november 2021 avgjørdi at taka arbeiðið við ABC fyri sálarliga heilsu upp aftur. Kommunan sigur soleiðis:

“Býráðið í Vága kommunu hevur valt at raðfesta trivnað í kommununi í hesum valskeiðinum, og sær tað sum ein sjálvsagdan møguleika at vera samstarvspartur av og at brúka ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum í arbeiðinum at økja um trivnaðin í kommununi. Millum fyrstu átøkini býráðið gjørdi var at seta ein arbeiðsbólk at koma við einum tilmæli um at menna tilboðini á barna- og ungdómsøkinum til børn og ung frá 3. flokki til 18 ár. Tilmælið, sum arbeiðsbólkurin kom við, byggir í stóran mun á hugtøkini hjá ABC um at vera virkin, at vera saman og at vera hugbundin. Tilmælið er samtykt av býráðnum, og arbeitt verður nú við at seta verkætlanina í gongd.”

Vága kommuna hevur skipað seg øðrvísi hesaferð í mun til, hvussu tey vilja arbeiða við ABC fyri sálarliga heilsu og vísir hettar, at tað hevur týdning at raðfesta trivnað og sálarliga heilsu, og at tilgongdin til verkætlanina kann mennast við tíðini:

“Vága kommuna hevur áður verið partur av ABC, men starvsfólkaorkan í fyrisitingini var ikki til tað tá, og valdi kommunan tí at taka seg burturúr samstarvinum. Kommunan hevur nú sett eitt toymi at taka sær av ABC fyri sálarliga heilsu í kommununi, og fara tey at gera eitt uppskot til eitt árshjól við tiltøkum og verkætlanum, sum byggja á ABC fyri sálarliga heilsu, har allir borgarar í kommununi kunnu vera við í sunnum felagsskapi, vera virkin, vera saman og at vera hugbundin.”

Vága kommuna hevur longu tikið lut á seinasta ABC samstarvsfundi, sum var í 2021, og allir samstarvsfelagar vóru fegnir um at fáa kommununa upp í aftur verkætlanina. Kommunurnar hava avgerandi týdning, tá tað snýr seg um at fremja sálarligu heilsuna hjá føroyingum, tí tær hava samband við allar borgarar í nærumhvørvinum á ymiskan hátt og longu gera ymisk góð átøk, sum tó kunnu mennast við eini meira sálarligari heilsufremjandi áskoðan.  

Í ABC toyminum í Vága kommunu eru Dorthea Højgaard Dam, verkætlanarleiðari fyri Børn og Ung, Sølvi Simonarson, ráðgevi og samskipari innan menta- og trivnaðarmál og Rósa Samuelsen, forkvinna í Mentanar- og trivnaðarnevndini og umboð fyri politikararnar í ABC toyminum. 

}