Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

02. mars 2021

Oyggj stendur saman um ABC átak

Í februar var vælumtókta átakið “Virkin Vágur”, sum nú hevur givið øðrum kommunum í landinum íblástur til at skipa fyri líknandi ABC átaki. Ein av hesum er Sands kommuna, sum júst hevur tikið stig til at gerast partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum. Tað serliga í hesum føri er, at hóast Sands kommuna er einasta kommuna, sum er samstarvsfelagi í ABC fyri sálarliga heilsu, so hava allar kommunurnar á Sandoynni avgjørt í felag at skipa fyri Virkin Sandoyggj gjøgnum allan mars mánað.

Í Sandoyar sýslu seta tey sjóneykuna á sálarliga heilsu og almennu heilsustøðuna við at varpa ljós á eina røð av tiltøkum, sum til hettar høvið bjóðar nýggjum áhugaðum við, samstundis sum tað eisini verður skipað fyri nýggjum tiltøkum. Hesa vikuna ber eitt nú til at svimja, sjódyppa, gera fimleik, fara í kirkju, royna heilsufótbólt ella fara til flogbólt. Øll eru vælkomin at luttaka og ein skrá verður fyri hvørja viku í mánaðinum, har tiltøkini verða lýst.

Góð undirtøka frá fyrsta degi

Í samband við átakið hava tey stovnað ein bólk á Facebook, ið eitur Virkin Sandoyggj. 380 limir eru longu í bólkinum og fleiri hava lagt myndir út, ið vísa, hvussu tey eru virkin í mars. Endamálið við hesum er at geva hvørjum øðrum íblástur til at fylgja ABC boðskapunum um at vera virkin, saman og hugbundin og soleiðis betra sálarligu heilsuna. Tey, sum leggja myndir út eru við í lutakastinum um ein vinning hvørja viku. Myndirnar, ið borgarar hava lagt út fyrsta dagin vísa, hvussu ymiskt vit kunnu fylgja ABC boðskapunum; svimja, gera pilates, spæla fótbólt, dart ella borðspøl við familjuni, veva, baka, gongutúr og styrkivenjing á arbeiðsplássinum. Í dag og í morgin fáa borgarar eisini høvi at máta BMI og feittprosent, tá Fólkaheilsuráðið er á Sandi og ger mátingar. Hesar mátingar verða gjørdar aftur, tá átakið er liðugt um ein mánað. Tey fyrstu 50 hava longu verið framvið og harímillum eisini fleiri borgarstjórar.  

Sjálvsagt at vera við

Spurd um hví Sands kommuna avgjørdi at gerast partur av ABC samstarvinum siga tey í kommununi: ”Sands kommuna heldur, at tað er sjálvsagt at kommunan er partur av ABC fyri sálarliga heilsu. Góð sálarlig heilsa er grundarlagið undir trivnaði og menning, og uppgávan hjá eini kommunu er at skapa trivnað og menning fyri borgararnar í kommununi. Tað er eisini kveikjandi at vera partur av einum størri felagsskapi, har tað ber til at fáa íblástur til, hvussu vit fremja sálarliga heilsu fyri øll”.

Í Fólkaheilsuráðnum eru vit fegin um, at Sands kommuna loypir beint útí ABC arbeiðið við íblástri frá Vágs kommunu. Virkin Sandoyggj er eitt gott dømi um, hvussu samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu kunnu læra hvør av øðrum, og hvussu tað ber til at samstarva við feløg/kommunur um eitt ABC átak, hóast øll ikki eru partur av ABC samstarvinum. Í løtuni eru 22 feløg, kommunur og stovnar partur av verkætlanini og fleiri vísa verkætlanini áhuga og vilja koma uppí samstarvið.

Til ber at lesa meira um átakið “Virkin Sandoyggj” á Facebook síðuni við sama navni.