02. juni 2020
Undir heitinum Rørsla í Føroyum eru ÍSF og Fólkaheilsuráðið nú farin undir átak at fáa føroyingar at røra seg. Talan er um eina kapping fyri familjur, bindiklubbar, vinfólk, starvsfelagar og aðrar bólkar.
ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum endar við eini rundferð kring Føroyar við tyrluni.
Rørsla í Føroyum er kapping fyri familjur, bindiklubbar, vinfólk, starvsfelagar og aðrar bólkar.
Átakið verður avgreitt í samstarvi við Sona og Pól Sundskarð.
Fyri at vera við í kappingini, skulu tit ganga fimm ymiskar bygdargøtur í juni mánaði og skráseta tær á Sona appini.
Soleiðis gera tit
Tey, ið ganga 5 gøtur í juni, eru við í einum lutakasti um 5.000 kr. til at ferðast fyri í egnum landi, og við í kappingini um stóra høvuðsvinningin, ið verður latin í august.
Seinni í summar koma aðrar avbjóðingar við góðum vinningum og møguleika fyri at kappast um høvuðsvinningin.
Høvuðsvinningurin er eitt vikuskifti í Mykinesi fyri fimm fólk, við øllum íroknaðum. Tyrlan flýgur vinnaran út til Mykinesar fríggjadag og kemur aftur eftir teimum sunnudag. Á veg heim aftur verið flogið til allar oyggjar á rutunetinum hjá tyrluni.
Les meira á isf.fo/rorsla