03. apríl 2020
Vit eru sera hørm um, at vit ikki aftur í ár kunnu vera við til at seta gongd á summarið við einum Rørslufagnaði.
Orsakað av koronasmittuni verður Rørslufagnaðurin útsettur.
Um Rørslufagnaðin:
Fyrsta summardag 2018 fór tiltakið Rørslufagnaður av bakkastokki fyri fyrstu ferð. Tað var eitt væleydnað tiltak, har umleið 3.000 fólk vóru savnað á Vaglinum í Havn. Tiltakið var somikið væl fagnað, at Fólkaheilsuráðið gjørdi av at geva øðrum kommunum, ið eru partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, møguleika fyri at skipa fyri sama tiltaki í sínum nærumhvørvi. Tað hevði við sær, at bæði Vágs-, Tórshavnar- og Sunda kommuna skipaðu fyri Rørslufagnaði í fjør.
Vit eru sera hørm um, at vit ikki aftur í ár kunnu vera við til at seta gongd á summarið við einum Rørslufagnaði, men sum nú er, loyva umstøðurnar okkum ikki at skipa fyri hesum tiltaki, sum savnar so nógv fólk.
So skjótt sum umstøðurnar loyva tí, verður kunngjørt, nær tiltakið verður.
Vinarliga
Fólkaheilsuráðið