Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

02. mai 2019

Rørslufagnaður í Vági fríggjadagin 3. mai

Rørslufagnaðurin verður í Vági skipaður í samstarvi millum Vágs kommunu, Vágs Skúla, Ítróttaháskúlan í Vági og Fólkaheilsuráðið.

Vágs kommuna skrivar á heimasíðu síni, at tey í morgin 3. mai 2019, fara at hava ABC tiltakið "Rørslufagnaður", sum liður í Mentanarvikuni í Vági. Hetta verður fyrsti Rørslufagnaðurin av trimum kring landið í mai í ár.

Rørslufagnaðurin verður í Vági skipaður í samstarvi millum Vágs kommunu, Vágs Skúla, Ítróttaháskúlan í Vági og Fólkaheilsuráðið.

Rørslufagnaðurin byrjar sum ein rørslugonga ígjøgnum býin, har byrjað verður við Vágs Skúla kl. 11 og øll skúlabørn leggja so leiðina yvir í Marghøllina – gangandi, dansandi, syngjandi, rennandi – ja í einum rørslufagnaði.

Rørslufagnaðurin er fyri øll, so øll á leiðini, bæði fyritøkur, feløg, einstaklingar, gomul sum ung, foreldur við børnum kunnu fara upp í rørslugonguna og koma yvir í Marghøllina.

Í Marghøllini verða rørsluspæl, sum Ítróttaháskúlin skipar fyri. Tónleikur er eisini í Marghøllini. Og bjóðað verður ókeypis frukt og vatn.

Tiltakið byrjar kl. 11 við Vágs Skúla, tá farið verður yvir í Marghøllina eftir høvuðsvegnum í Vági. Og tiltakið endar kl. 13.

Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka í Rørslufagnaðinum í Vági.

}