Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

03. mars 2016

Røða hjá Sirið Stenberg

Røða í samband við at nýggja Fólkaheilsuráðið tekur við- Tað skal vera mítt ynski, at heildarhugsanin um menniskjað - sum eina likamliga, sálarlig, sosiala og andalig veru - kemur til sjóndar í fólkaheilsupolitikkinum, segði Sirið Stenberg millum annað í røðu sínari á samkomu í samband...

Røða hjá Sirið Stenberg

Røða í samband við at nýggja Fólkaheilsuráðið tekur við

- Tað skal vera mítt ynski, at heildarhugsanin um menniskjað - sum eina likamliga, sálarlig, sosiala og andalig veru - kemur til sjóndar í fólkaheilsupolitikkinum, segði Sirið Stenberg millum annað í røðu sínari á samkomu í samband við at nýggja Fólkaheilsuráðið tók við.

(Portal.fo eigur myndina)

Góða samkoma,

Hjartaliga vælkomin tit øll og takk fyri at tit eru møtt so fjølment í dag til hetta vaktarskifti, nú vit um eina løtu fara at almannakunngera hvørji skulu mynda Fólkaheilsuráðið komandi árini.

Nú vaktarskifti er í fólkaheilsuráðnum fari eg eisini at brúka hetta høvið at takka tykkum, sum hava sitið í ráðnum síðani ráðið varð skipað í lóg í 2005.

Eg vil takka tykkum hjartaliga fyri eitt megnar arbeiði hesi gott 10 árini. Vit hava havt eitt ógvuliga virkið ráð, sum av álvara hevur megnað at seta fyribyrging og fólkaheilsu á breddan. Ráðið hevur gingið undan, brotið úr nýggjum og slóða fyri fólkaheilsupolitikkinum í Føroyum. Harvið hevur tykkara leiklutur verið við at flutt samfelagið fram á leið.

Summi hava tað fyri, at fólkaheilsupolitikkur snýr seg ofta um lyftan peikifingur og at halda seg vita betur. Og tí er tað helst viðhvørt herkin kostur at mynda slíkan politikk í nógv ár. Men eisini her hevur ráðið verið fyrimyndarligt.

Á onkran hátt hava tit funnið eina góða javnvág ímillum at lyfta peikifingur, vegleiða og hava dialog. Altíð eru argumentini saklig og orðaði á einum máli, sum fólk skilur. Og tað er ein videnskapur í sjálvum sær. Samskifti í heila tikið er eitt økið, ið tit hava havt hepna hond við – heilt frá sjónvarpslýsingum við landsstýrismanni og til nútíðar samskifti við vanliga føroyingin á fartelefon í eini roynd at fáa tey at halda uppat at roykja.

Úrslitini tala fyri seg. Átøkini fylla nógvar leypar og hava ráð, formaður og skrivstova megna at fingið vanliga føroyingin at hugsa um kost, drykkjuvanar og rørslu og ikki minst at skifta hugsan um kost, drykkjuvanar og rørslu hesi árini, so tykkara leiklutur hevur eisini verið at ment tilvitskuna hjá fólki um heilsugóða lívsførslu.

Til dømis minnist eg væl, at fólk, ið fóru sjálvboðin út at renna, vóru skírd at vera mest sum í í ørviti.

Á hesum økjum eru sonn kvantilop gjørd, tí nú er øvugt, men skal eg taka nakað fram um, sum ráðið hevur havt fokus á, so má eg nevna átøkini ímóti royking.

Fólkaheilsuráðið hevur síðani 2002 á hvørjum ári gjørt neyvar kanningar um vanar hjá føroyingum í samstarvi við Gallup. Tølini vísa at hesi árini tit hava sitið er parturin av føroyingum, sum roykja, minkaður munandi. Úr gott 40 prosentum niður í 27 prosent. Hetta er stór broyting. Eisini vísa nýggjastu kanningarnar at talið á teimum, ið roykja dagligu fellur støðugt – úr 28 í 22 prosent seinnu árini.

Ein onnur sólkinssøga eg havi hug at taka upp er átakið við teimum sonevndu Millennium-børnunum. Tað sær út til, at tey ungu í dag ætla sær ikki at fara at roykja. Í øllum førum í nógv minni mun enn fyrr. Hetta vísur, at vit kunnu røkka langt, tá ið vit seta okkum stór mál, og seta uppysing og átøk aftanfyri. Málini einsamøll flyta einki í sjálvum sær.

Hóast eg bert havi sitið sum landsstýriskvinna í stutta tíð, so veit eg, at tit í fólkaheilsuráðnum hava samstarvað væl við Heilsumálaráðið.

Flestu sats-økini, sum ráðið hevur havt, eru sprottin úr Fólkaheilsuætlanini frá 2006, sum tit áttu stóran lut í at orða. Seinni eru mál- og avrikssáttmálar gjørdir, sum hava stungið út í kortið hvønn veg politikkurin skuldi venda. Og her beint fyri løgtingsvalið luttóku tit virki í nýggju Rúsdrekka- og rúsevnisætlanini, bara fyri at nevna okkurt dømi.

Hetta, at politiski myndugleikin og Ráðið hava havt somu mál er ein styrki, og er tað mín vón og ætlan, at Fólkaheilsuráðið eisini frameftir verður ein týðandi samstarvspartur í teimum fólkaheilsupolitisku átøkunum, sum hendan eisini samgongan hevur sett sær fyri.

Landsstýrið hevur greiðar ætlanir og í næstum seta vit skjøtul á aftur fólkaheilsarbeiðið undir yvirskriftini: “Góð fólkaheilsa fyri øll”.

Ætlanin er at skipa fyri eini røð av átøkum í 2016 og tey komandi árini. Okkara vón er, at úrslitini av hesum tiltøkum fara at røkka mong ár fram.

“Havi eg lív og heilsuna” soleiðis taka vit javnan til. Heilsan er fyri flest øll næst aftaná lívið sjálvt, so grundleggjandi at vit leggja hana til grund fyri alla okkara tilveru. Og heilsuhugtakið skal skiljast í breiðastu merking, og skal fevna frá heilsufremjan til fyribyrging, somuleiðis sum tørvur er á at hugsa øll menniskjaligu aspektini inn í fólkaheilsupolitikkin.

Tí skal tað vera mítt ynski, at heildarhugsanin um menniskja, sum eina likamliga, sálarlig, sosiala og andalig veru kemur til sjóndar í fólkaheilsupolitikkinum.

Framhaldandi verður tørvur á at raðfesta tey fokusøki, sum hava verið: t.d. royking, rúsdrekka, matur, rørsla o.s.fr. Men framyvir verður eisini neyðugt at samantvinna hesi við gerandisdagin og gerandislív hjá fólki, og draga heildarhugsanina inn.

Vitandi um at fleiri og fleiri, serliga ung, men eisini tilkomin dragast við sálarligar trupulleikar er tað mítt ynski at sálarheilsan framyvir fær tað rúmd hon hevur uppiborið og verður javnsett við likamligu heilsuna.

Tað at eggja til og stimbra heilsufremjan tekur eisini støði í at leggja dent á at finna ressursur og handlikraft hjá hvørjum einstøkum, og harvið leggja upp til at stuðla fólki í at taka røttu valini. Tað er ein uppgáva, sum eg havi álit á, at nýggja Fólkaheilsuráðið kemur at megna eins og fráfarandi ráð gjørdi. Tí tað verður við teimum amboðum, at tað ber til at broyta nakað. Tað sunna lívið og tað góða lívið skulu sameinast.

At enda kann eg stutt siga, at vit fyri komandi tíðir koma at uppliva nógv spennandi á fólkaheilsuøkinum. Vit arbeiða millum annað við at skipa ein Fólkaheilsustovn. Vit leggja upp til eina ráðstevnu í heyst um fólkaheilsu, har vit hugsa okkum at ein fólkaheilsuvirðisløn verður latin.

Somuleiðis ímynda vit okkum eitt Fólkaheilsuráð, sum samstarvar og kveikir eisini út til kommunur, og fær fólk kring landið við sær í at skipa fyri fólksligum átøkum fyri allar aldursbólkar. Vit arbeiða við rúsevnispolitikki. Og vit ynskja breiða kunning og medvit um sálarheilsuna - heilt frá sálarligum arbeiðsumhvørvi til trivnað hjá børnum og ungum.

Nógv kundi verið at trivið í, men tað fáa nýggja Fólkaheilsuráðið og eg høvi til at tosa nærri um.

Fari at enda við veruliga stórari virðing fyri fráfarandi Fólkaheilsuráðið, og siga tykkum hjartans tøkk fyri tykkara stóra leiklut. Tit eru fyrimyndir fyri tey sum nú taka yvir.

Fráfarandi ráðslimir:

Pál Weihe, formaður

Kári Rasmussen, heilsustarvsfólk (kommunulækni)

Bjarta Vilhelm, heilsustarvsfólk (heilsufrøðingur)

Hannilena Jacobsen, heilsustarvsfólk (kostfrøðingur)

Marjun Berg, Almannaverkið

Jens Jensen, løgreglan

Torfinn Højgaard, undirvísingarverkið

Nývaldir ráðslimir:

Magni Mohr, formaður

Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, næstforkvinna

Petra Arge Poulsen, heilsufrøðingur

Katrin Danielsen, kommunulækni

Jón Klein Olsen, løgreglan

John Henrik Olsen, undirvísingarverkið

Elin Ludvig, almannaverkið

}