Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

10. februar 2014

Royking í vøkstri

Tað hevði verið ynskiligt, at vit í Føroyum kring alt landið høvdu roykistopp vegleiðing til roykjarar, tí tað vísir seg aðrastaðnis, eitt nú í Danmark, at tað lønar seg at gera hetta arbeiðið.

Í seinastu Gallup kanning millum vaksin í Føroyum, sum var í august mánaði í fjør, sæst at vit roykja meiri, enn árið frammanundan. Vit eru nevniliga farin frá 25 prosentum upp á 27 prosent, og her er talan um tey, sum roykja dagliga. Vit liggja soleiðis væl hægri, enn londini rundanum okkum.  Til dømis í Danmark liggja hesi á 17 prosentum, sum er 10% lægri, enn her hjá okkum. Í DK hevur nógv verið gjørt burturúr seinastu árini fyri at minka um roykingina. Tilboð eru næstan í øllum kommunum til teirra, ið hava ynski um at leggja av Hetta eru skeið, sum verða veitt borgarunum, sum ynskja at leggja av.

Tað hevði verið ynskiligt, at vit í Føroyum kring alt landið høvdu roykistopp vegleiðing til roykjarar, tí tað vísir seg aðrastaðnis, eitt nú í Danmark, at tað lønar seg at gera hetta arbeiðið. Sparingarnar gevaaltíð ein vinning onkra aðra staðnis í skipanini.

Millum nógv átøk, sum Fólkaheilsuráðið ger fyri at minka um roykingina her á landi, hevur verið skipað fyri skeiði í farnu viku og í vikuskiftinum. Tað var Fólkaheilsuráðið saman við Krabbameinsfelagnum, sum skipaði fyri skeiðinum, har starvsfólk á læknamiðstøðum kring landið lærdu at samrøða við borgaran um at leggja av. Skeiðið eitur: “Stutt samrøða um royking og roykistopp”. Hetta eru ikki samrøður, sum er roykinavvenjing sum so, men heldur ein óbundin samrøða, har stungið verður út í kortið, hvussu skal farast at,  og har ein ætlan verður løgd, hvussu borgarin kann gerast roykfríur.

Sera góð undirtøka var til skeiðið. 20 komu úr øllum landinum, fólk komu úr Suðri, norðoyggjum, Eysturoy, Vágunum og Havnini. Skeiðshaldari úr Danmark frá Kræftens Bekæmpelse var her og hevði skeiðið.

Merete Mærsk, sum var skeiðshaldari, er útbúgvin fysioterapeutur og sálarfrøðingur; hon arbeiðir dagliga hjá “Kræftens Bekæmpelse” í Keypmannahavn. Merete er knýtt at fyribyrgingardeildini hjá Kræftens Bekæmpelse og arbeiðir í roykistoppbólkinum, sum fyri størsta partin vendir sær til vaksin, sum ynskja at halda uppat við at roykja. Merete er ein av skeiðshaldarunum í deildini, sum hevur útbúgvið umleið 5000 fólk til hetta endamálið í Danmark. Umframt tað virkar hon sum vegleiðari hjá hesum fólkunum. Konseptið vendir sær serliga til starvsfólk hjá kommunulæknunum, men verður eisini brúkt á sjúkrahúsum, har sjúkrarøktarfrøðingar geva samrøður um roykistopp.

Hon heldur eisini fyrilestarar kring landið, eitt nú á sjúkrahúsum, hetta er í sambandi við tvørfakligt arbeiði, har toymisdagar verða hildnir, tá tað ræður um roykistoppskeið til sjúklingar.

Kræftens Bekæmpelse hevur eisini skipað fyri skeiðsvirksemi uttanfyri Danmark, har skipað hevur verið fyri skeiðum í Grønlandi, og so nú eisini í Føroyum. Skeiðið eitur “Stutt samtala um roykistopp”, har tú gevur fólki innan heilsuverkið førleikar til at hava hesar samrøður við roykjarar, sum annaðhvørt venda sær til teirra beinleiðis, ella læknin hevur mett tað vera skilagott hjá borgaranum at miðja eftir at leggja av. Roykjarin kann soleiðis fáa meiri at vita um bundinskap til tubbak, ella hann umhugsar at halda uppat við at roykja, um hann nú ikki velur at halda fram við roykingini. Borgarin far at vita um tey tilboð, sum eru í sambandi við roykiavvenjingarskeið.

Skeiðini, sum hava verið boðin fólki í útvið tíggju ár, hava víst góð úrslit. Tey vóru upprunaliga tilrættarløgd í samstarvi við starvsfólk hjá apotekarafelagnum. Tær eftirmetingar, ið gjørdar hava verið, eru í sambandi við ráðgeving út frá skeiðunum á apotekunum, sigur Merete Mærsk í samrøðu við Fólkaheilsuráðið.

}