Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

07. juli 2017

Rúsevnismisnýtsla og sálarligar avbjóðingar

Tað eru ymiskar orsøkir til, hví ung taka rúsevnir. Maria gjørdi tað, tí rúsurin doyvdi sorgina. Ólavur, ið er dulnavnið, gjørdi tað av øðrum orsøkum. Í Føroyum hava vit Fólkaheilsuráðið, ið hevur til endamáls at: styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. Í samband við spurnarkanningina og temaið um rúsevnir spurdu vit Magna Mohr, stjóra í fólkaheilsuráðnum, hvat ítøkiliga stovnurin ger við rúsevnisproblematikkin.

Tað eru ymiskar orsøkir til, hví ung taka rúsevnir. Maria gjørdi tað, tí rúsurin doyvdi sorgina. Ólavur, ið er dulnavnið, gjørdi tað av øðrum orsøkum. Í Føroyum hava vit Fólkaheilsuráðið, ið hevur til endamáls at: styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. Í samband við spurnarkanningina og temaið um rúsevnir spurdu vit Magna Mohr, stjóra í fólkaheilsuráðnum, hvat ítøkiliga stovnurin ger við rúsevnisproblematikkin.

 

Kunning

Magni Mohr vísir á, at tey royna at kunna ungdómin um neiligu árinini av rúsevnum við lýsingum, men tað er ivasamt, um tað hevur nóg góða effekt á tey, ið taka rúsevnir regluliga. Magni Mohr metir hinvegin, at spurningurin um rúsevnismisnýtslu er samansettur.

Vit meta, at orsøkirnar eru sálarliga og sosialt samansettar. Um vit klára at betra um sálarligu heilsustøðuna hjá ungdóminum, umframt fáa tey virkin sosialt, eru vit sannførd um, at rúsevnisnýtslan minkar. Í stóran mun eru vit av teirri fatan, at rúsevnisnýtsla er eitt úttrykk fyri sálarliga óheilsu og ringan sosialan trivna. Tí seta vit inn har.

Í hesum sambandi nevndi stjórin á fólkaheilsuráðnum heilsufremjandi verkætlanina, ”Sunn Sinn”, ið varpar ljós á sálarligu heilsuna hjá fólki. Eftir ætlan fer verkætlanin ”ABC” av bakkastokki, ið somuleiðis varpar ljós á sálarligu heilsuna.

 

Rúsevnir millum ung

Sjálvt um rúsevnisnýtsla er samansett av ymiskum viðurskiftum, er trupulleikin sambært Magna Mohr í Føroyum ikki eins stórur og í grannalondunum.

Vit vita frá ESPAD kanningunum, at rúsevnisnýtsla er nógv lægri millum 15 ára gomul í Føroyum enn í flestu evropeiskum londum. Hetta er positivt. Men sjálvt um nýtslan er lægri, meta vit rúsevni framvegis vera ein trupulleika. Hetta er m.a. grundað á, hvørji rúsevnir løgreglan og tollvaldið leggja hald á. Vit eiga at stremba eftir at hava ein rúsevnisfrían ungdóm.

 

30% av miðnámsskúlunum hava roynt rúsevnir

Sambært kanningini hjá Ó hava 30% av miðnámsskúlanæmingunum, ið svaraðu spurnarkanningini, roynt rúsevnir. Hvat heldur Magni Mohr um tølini?

Tað ljóðar høgt, men talan kann vera um næmingar, sum hava roynt hassj eina ella tvær ferð. Tískil siga hesi tøl ikki so nógv um, hvussu nógv roykja hassj regluliga. Vit skulu royna at fáa neyvari tøl til vega, og hetta er nakað, vit arbeiða við.

 

Styrkja sosialu og sálarligu støðuna

Hóast hagtølini vanta, arbeiðir fólkaheilsuráðið við nýggjum átaki, ið kallast ABC. Magni Mohr er sannførdur um, at rúsevnisnýtsla er knýtt at sosialum og sálarligum avbjóðingum. Tí setur fólkaheilsuráðið sjóneykuna á tað. Endamálið er at styrkja um sosialu og sálarligu heilsuna.  Konseptið er avstralskt.

Um vit fáa tey ungu at gerast meira virkin, at vera virkin saman við øðrum og fremja virksemi, sum fremur hugsavnan, so meta vit eisini, at rúsevnistrupulleikar ímillum ung gerst minni. Vit hava seinasta árið samstarvað við nógvar ymiskar stovnar og myndugleikarnar um fleiri átøk, og hetta ætla vit eisini at gera við ABC verkætlanini.  

 

Sambært Magna Mohr, stjóra í fólkaheilsuráðnum, fevnir verkætlanin um allar Føroyar. Endamálið er at kunna um, hvussu einstaklingurin, bólkar, feløg, kommunur, skúlar og arbeiðspláss kunnu menna sálarligu heilsuna. Tað verður gjørt við at royna at fáa fólk at vera virkin persónliga og í sosialum samanhangum. At vera hugbundin. Nýggja konseptið, ið fólkaheilsuráðið arbeiðir eftir, er avstralskt. Fólkaheilsuráðið samstarvar við stovnum úr Avstralia og Danmark. ABC verkætlanin fyri sálarliga heilsu í Føroyum verður sett í verk eftir summarferiuna.

 

Kelda: Greinin er frá Ó-blaðnum nr. 3.

ABC_kunning.pdf   Kunning um ABC-verkætlan

}