08. februar 2019
Góð seksualundirvísing hevur jaliga ávirkan á seksualvanar hjá teimum ungu. Tey fáa betri vitan um, hvussu man fyribyrgir kynssjúkum, fyribyrgir at gerast við barn, eins og tey eru eldri, tá tey fyrstu ferð hava sex.
Seksualundirvísing skal inn á miðnámsskúlarnar var greiða niðurstøðan í gjárkvøldið, tá ið Marin í Dali, lækni, legði sína ritgerð “Vitan um seksualitet millum ung í Føroyum” fram. Ein av orsøkunum til hetta er, at miðalaldurin fyri, nær ung fyrstu ferð hava sex er um 16 ára aldur, men í løtuni hava ung ikki atgongd til vitan ella vegleiðing frá skúla ella heilsufrøðingi eftir 9. flokk. Kanningin hjá Marini vísir, at ung á miðnámi eftirspyrja hetta.
Hennara kanning vísir, at:
tey ungu fáa vitan um seksualitet frá vinum, undirvísing í skúlanum og frá heilsufrøðingi.
tey ungu hava lært mest um seksualitet frá vinum, gjøgnum undirvísing í skúlanum og frá alnótini.
meira enn helvtin heldur, at teimum manglaði vitan um seksuel evni, tá tey fyrstu ferð kendu seg klár til at royna nakað seksuelt.
fleiri kvinnur enn menn hildu seg mangla vitan um seksuel evni.
tey søgdu seg mangla vitan um, hvussu sex kann gerast meira nøktandi og um kynssjúkur.
tey ynskja meira vitan um seksuel evni úr undirvísing í skúlanum.
meira enn helvtin heldur, at tørvur er á seksualundirvísing á miðnámsskúlunum.
Marin í Dali segði, at kanningar vísa, at praktisk undirvísing er betri enn teoretisk undirvísing. Praktisk undirvísing, har næmingar brúka tíð uppá t.d. at tekna sín egna kropp og brúka tíð uppá at gera kappingar, har tey skulu vísa á eyðkenni við ymsum kynssjúkum, hetta í staðin fyri bara at lesa úr bókum og hyggja eftir myndum í bókum.
Góð seksualundirvísing hevur jaliga ávirkan á seksualvanar hjá teimum ungu. Tey fáa betri vitan um, hvussu man fyribyrgir kynssjúkum, fyribyrgir at gerast við barn, eins og tey eru eldri, tá tey fyrstu ferð hava sex.
Greiða niðurstøðan í fullsettu Perluni í gjárkvøldið var, at:
seksualundirvísing skal inn á miðnámsskúlarnar
temadagur skal setast av til seksualundirvísingina
ung av báðum kynum, sum nema sær útbúgving í Føroyum, skulu taka sær av undirvísingini.
størri dentur skal leggjast á seksualitet í breiðum høpi og fevna um psykoseksuel evni og ikki bert fysiologiska partin.
Áheitanin á myndugleikarnar á skúlaøkinum er, at seksualundirvísingin má endurskoðast.
Vegna fyriskipararnar
Apotekið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig frá!