14. juni 2022
Grein á in.fo 1. mai 2022
Vit liva í eini tíð, har vit eru umgird av talgildum miðlum. Flytførið á skíggjunum og góða netsambandið ger, at vit hava atgongd til skíggjar allastaðni og alla tíðina. Tøknin hevur ment okkara samskiftis- og kunningarmøguleikar og arbeiðsgongdir. Vit kunnu reika á netinum og finna hentar upplýsingar, finna nýggja vitan, víðka okkara sjónarring, mennast, hava samband við fólk, ið búgva uttanlands og hava atgongd til kreativ hugskot og eina rúgvu av undirhaldi. Hetta hevur elvt til, at skíggjanýtslan bæði hjá børnum, ungum og tilkomnum er økt munandi seinastu árini, og tí valdi Fólkaheilsuráðið í 2017 at koma við 8 yvirskipaðum skíggjaráðum. Vit ynsktu tó at gera neyvari skíggjaráð, sum bygdu á gransking, og tí almannakunngjørdu vit nýggj skíggjaráð í desembur 2021. Vit mugu øll viðurkenna, at vit í løtuni nema nýtt og ókent land, tá talan er um tær kollveltandi broytingar, sum skíggjarnir, snildfonirnar og sosialu miðlarnir hava haft á okkum øll. Gransking vísir fyrst og fremst eitt neiligt samband ímillum skíggjanýtslu, heilsustøðu og heilsuatferð, og tí hevur Fólkaheilsuráðið valt at taka skíggjanýtslu við sum eitt fokusøki í okkara heilsufremjandi arbeiði. Talan er bæði um at royna at tálma tíðina, sum skíggjarnir stjala frá heilsuliga jaligari atferð, og tey sannlíku skaðiligu langtíðarárin, sum ovurnýtslu av skíggjum hevur við sær, serstakliga fyri okkara ungu borgarar, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum um orsøkina til, at Fólkaheilsuráðið er komið við nýggjum skíggjaráðum.
Les alla greinini her: https://www.folkaheilsa.fo/salarlig-heilsa/skiggjarað/greinir