Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

15. august 2017

Skíggjaráð

Støðugt og gott internetsamband gevur okkum nærum óavmarkaðar møguleikar. Vit kunnu reika á netinum, har vit kunnu finna hentar upplýsingar, hava samband við fólk, sum búgva hinumegin jørðina, keypa ella spæla. Tað er heilt fantastiskt.

Støðugt og gott internetsamband gevur okkum nærum óavmarkaðar møguleikar. Vit kunnu reika á netinum, har vit kunnu finna hentar upplýsingar, hava samband við fólk, sum búgva hinumegin jørðina, keypa ella spæla. Tað er heilt fantastiskt.

Men vandi er í allari vælferð.

Vit kunnu missa okkum sjálvi burtur og gloyma alt tað, sum er beint rundan um okkum, og vit geva okkum ikki far um, hvar ið tíðin fer. Vit kunnu missa tað góða sambandið við tey, sum vit eru saman við í gerandisdegnum.

Vit vita, at tað hevur týdning fyri okkara likamligu og sálarligu heilsu, at vit eru virkin og koma hvør øðrum við. Sjáldan eru vit nærverandi og virkin, meðan vit eru á netinum, tí kann tað hava neiliga ávirkan, bæði á okkara sálarligu og likamligu heilsu, um vit ikki eru varug við okkara skíggjanýtslu. Vit kunnu eisini gerast bundin av at vera á netinum og hyggja í ein skíggja allan dagin.

Fólkaheilsuráðið vil varpa ljós á skíggjanýtslu og kemur tí við nøkrum ráðum, sum kunnu minna okkum sjálvi og hvør annan á, at vit skulu avmarka skíggjanýtsluna, og at tað eisini er gott at gera okkurt uttan skýggja.

Við vón um, at ráðini vera væl móttikin til gagns fyri okkum øll.

Skíggjaráð1.jpg  

Fólkaheilsaráðið A2 plakat skíggjaráð.pdf