Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

28. mai 2019

Skráin til Rørslufagnaðin í Sunda kommunu

Aftaná gongutúrin verður skipað fyri ymiskum spølum og virksemi á vøllinum við Margáir og har á leið. Dentur er lagdur á, at hetta eru spøl og virksemi, ið øll kunnu vera við í. Dentur er somuleiðis lagdur á, at hesir aktivitetir eru undirhaldandi, eins væl og teir eru rørslumennandi.

Í morgin 29. mai 2019 kl.10.00 verður Sunda kommuna vertur fyri Rørslufagnaði í samstarvi við Fólkaheilsuráðið. Tiltakið verður á ítróttarøkinum við Margáir. 
Rørslufagnaður er eitt ABC tiltak, sum er partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu.

Skráin er nú klár, og vit kunnu avdúkað at Signar í Homrum kemur at syngja.


Skrá
Kl. 10.00 Bárður Persson bjóðar vælkomin

Kl. 10.05 Borgarstjórin heldur røðu

Kl. 10.10 Upphiting v.m.

Kl. 10.10 Borgarstjórin klippir snórin og gongutúrurin byrjar

Kl. 10.30 Fólk koma aftur til Margáir

Kl. 10.30 Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum á vøllinum
- Frukt o.a. at fáa
- Kaffi, te og vatn

Kl. 11.00 Signar í Homrum framførir

Kl. 12.30 Tiltakið endar.


Vit vilja síggja so nógv ymisk menniskju røra seg saman sum møguligt. Øll hava brúk fyri at røra seg og vera saman við øðrum, og ongantíð betri um hetta kann gerast saman við øðrum uppá ein stuttligan, hugnaligan og meiningsfullan máta. So latið okkum vera virkin, saman og hugbundin. Tað er jú saman við øðrum vit mennast og fáa góðar upplivingar!

Rørslufagnaðurin byrjar 29. mai kl.10.00, møtið stundisliga. Vit møtast á ítróttarøkinum við Margáir í Streymnesi. Vit byrja við eini stuttligari upphiting, har øll kunnu vera við. Síðani byrjar fagnaðargongan við lívgandi tónleiki, sum hesaferð verður frá Margáum og oman til Torgið í Streymnesi, yvir um Vollabrúnna og gjøgnum Hvalvíkar bygd og yvir aftur til Margáir. Um ein ikki megnar allan túrin, kann ein altíð venda við. Tí bara við at luttaka hevur tú longu klárað tað. Tú ert hjartaliga vælkomin á høkjum, við koyristóli o.s.fr.

Um tit eru fleiri sum fylgjast, kunnu tit lata tykkum í okkurt serstakt, soleiðis at tit altíð finna hvønn annan aftur (t.d. hárprýði/hattar ella eins blusu). Hetta kann eisini vera við til at seta ljóð og litir yvir fjøldina. Tú ert eisini vælkomin til at taka slagverk og ljóðføri við til gonguna.
 

Spøl og annað undirhaldandi
Aftaná gongutúrin verður skipað fyri ymiskum spølum og virksemi á vøllinum við Margáir og har á leið. Dentur er lagdur á, at hetta eru spøl og virksemi, ið øll kunnu vera við í. Dentur er somuleiðis lagdur á, at hesir aktivitetir eru undirhaldandi, eins væl og teir eru rørslumennandi.
 

Frukt og annað gott afturvið
Afturvið hesum virksemi, ber til at fáa sær okkurt leskiligt aftur við. Hetta stendur Á handilin og Aurora Waters saman við Sunda kommunu fyri. Saman bjóða tey frukt, grønmeti, kaffi, te og leskiligt vatn úr Lopra. Hetta er bert okkurt lætt, so tit eru vælkomin at taka matpakka við.
 

Eitt grønt tiltak
Vit seta okkum sum mál at brúka so lítið av burturkasti sum møguligt. Tað er í hesum anda, at vit fara at heita á tey luttakandi at taka sín egna kopp, krúss, dunk ella kanska okkurt heilt triðja við.

So er bara eftir at siga, at vit fegin vilja síggja teg til hetta tiltakið.

}