28. oktober 2015
Í ár var tað 6a í Skúlanum á Fløtum, sum vann kappingina við lutakasti. 39 flokkar vóru tilmelaðir og 28 luku treytirnar at vera við í lutakastinum.
Átakið hevur øll árini verið út á heystið. Tann roykfríi skúlin merkir, at ein flokkur meldar seg til at vera roykfríur frá byrjan av september til byrjan av oktober., t.v.s. í ein kalendaramánaða. Í grundini er tað eingin eftiransing annað enn upp til teirra egnu samvitsku, um tað í veruleikanum er so, at tey eru roykfrí.Tað hevur variera millum 30 og 70 skúlaflokkar, ið hava melda seg til.
Í ár var tað 6a í Skúlanum á Fløtum, sum vann kappingina við lutakasti. 39 flokkar vóru tilmelaðir og 28 luku treytirnar at vera við í lutakastinum.
Vinningurin er atgongumerki til fyrsta HM-undankappingardyst hjá føroyska landsliðnum á Tórsvølli í 2016.
Hartil far 6.a heiðurspláta til at heingja upp á skúlanum við heitinum: “Ársins roykfríi skúli 2015.
Átakakið Ársins roykfríi Skúli hevur givið okkum møguleikan at royna ymiskar hættir, millum annað, hvussu vinningurin skal lutast út. Í tvey ár hevur hann verið handaður í Havnini, men eftir hondini eru vit farin út á skúlan, har vinningurin hevur verið ein konsertin, umframt eina heiðursplátu, sum verður sett upp á skúlanum. Í ár hevur 6a á Skúlanum á Fløtum vunnið atgongumerki til HM-undandyst. Í fjør gjørdist Skúlin á Giljanesi vinnarin “Ársins roykfríi skúli 2014”.