Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

17. desember 2014

SMS-átak

Ver við í ókeypis átakinum hjá Fólkaheilsuráðnum, ið er við til at stimbra og hjálpa tær, sum hevur gjørt av at gevast við at roykja.

Ver við í ókeypis átakinum hjá Fólkaheilsuráðnum, ið er við til at stimbra og hjálpa tær, sum hevur gjørt av at gevast við at roykja.

Ein fimtingur av føroyingum roykja

Fólkaheilsuráðið hevur í nøkur ár biðið Gallup spurt umleið 500 tilvildarligar valdar føroyingar, um teir roykja dagliga. Úrslitini vísa, at umleið ein fimtingur av vaksnum føroyingum roykja hvønn dag.

Børnini roykja nærum eins illa og foreldrini

Okkara børn roykja tíverri nærum líka illa sum foreldrini. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur gjørt kanningar í mong ár - og tær vísa, at út við ein fimtingur av teimum 15 ára gomlu í Føroyum siga seg roykja dagliga.

Ver ein góð fyrimynd

Vit vita ikki, hví so nógvir av okkara tannáringum eru farnir at roykja, men fyrimyndir hava heilt víst týdning - teirra millum eisini vit foreldur.

Fá stuðul, tá tú leggur av

Fólkaheilsuráðið bjóðar tær, sum roykjari, ein øðrvísi hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal tað vera! Tú meldar teg til nakrar dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum.

Ókeypis átak

Tú kanst melda teg til við at senda eitt sms við tekstinum „gevst" til 1919, og tú fært sms-boð sendandi yvir teir næstu tveir mánaðirnar. Sms-boðini eru ókeypis og tú kanst melda teg til alt árið.

}