Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

03. august 2022

Sterk vísindalig próvførsla á meta-analysu stigi

Fótbóltsvenjing er munadygg venjing av beinagrindini og kann nýtast at fyribyrgja beinbroyskni.

Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya og samstarvsfelagar hava enn einaferð útgivið eina meta-analysu grein í sterkum altjóða vísindaligum tíðarriti. Meta-analysur samantvinna og greina dátur hagfrøðiliga úr fleiri kanningum fyri at vísa, um verulig vísindalig próvførsla er fyri einum ávísum fyribrigdi. Talan er um ta sterkastu vísindaligu próvførsluna, sum er.

Nýggja greinin, sum ber heitið: “Recreational Football and Bone Health: A Systematic Review and Meta-analysis” er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum, Sports Medicine, sum er eitt av heimsins sterkastu tíðarritum innan ítróttarmedisinska gransking. Magni Mohr er høvuðsrithøvundi og hevur skrivað greinina saman við starvsfelaga sínum, Peter Krustrup, professara á Syddansk Universitet, umframt granskarum úr Eysturevropa.

Beinbroyskni ella osteoporosa er ein av stóru og undirmettu fólkasjúkunum, og er ein álvarsom hóttan ímóti fólkaheilsuni. Bara í EU eru tað 22 milliónir kvinnur og 6 milliónir menn, sum hava so vánaligan beinvevnað, at talan er um beinbroyskni. Hetta hevur við sær umleið 4 milliónir bein brot árliga, har fimta hvørt beinbrot er eitt mjadnarbrot. Hetta er sera álvarsamt, tí 20% av øllum, sum uppliva eitt mjadnarbrot doyggja innan fyri eitt ár eftir brotið, og helvtin endurvinnur ongantíð somu kropsligu førleikar aftur. Henda støða er eisini serstakliga kostnaðarmikil fyri samfelagið, og ein vøkstur á 25% í útreiðslum knýttar at beinbrotum er mettur komandi fimm árini. Beinbroyskni er eisini knýtt at aldri og í 2040 eru 14% av heimsins borgarum eldri enn 65 ár, og tí er talan um eina fólkasjúku, sum kemur at vaksa ómetaliga nógv í komandi tíðum, um átøk ikki verða sett í verk. Tí er umráðandi at fyribyrgja beinbroyskni ígjøgnum alt lívið, og her er røtt kropslig venjing avgerandi. 

Vit hava leingi vitað, at beinvevnaður verður styrktur og uppbygdur av kropsligum arbeiði, sum gevur trýst/stoytir eftir longdarásini á sjálvum beininum, umframt av tí trýsti vøddarnir fremja á beinið, tá teir arbeiða. Nýggj gransking vísir tó, at fjøltáttað og “skeiv” trýst á beinagryndina vísir seg at vera serstaklig munadygt og stimbrar menningini í beinvevnaðinum. Tí er áhugi fyri bóltspølum, har tú allatíðina vendir og skiftir rennikós, og tískil stimbrar beinvevnaðin við fleiri hundrað fjøltáttaðum stoytum/trýstum í hvørji venjing. Vit hava eisini víst, at ungar kvinnur, sum spæla úrvalsfótbólt hava serstakliga sunna og sterka beinagrind samanborið við kropsliga óvirknar kvinnur í sama aldri, og at eldri menn, sum hava spælt alt lívið, hava líka sterka beinagrind sum 30-ára gamlir menn. Eisini hava vit í fleiri kanningum víst, at fótbóltsvenjing økir um beinvevnað tættleikan í lærbeininum, mjødnini og niðasta partinum av ryggsúluni, har álvarsom beinbrot ofta henda. Vit hava eisini víst í blóðroyndum, at mongdin á evnum, sum vísa at beinevnisskiftið er ment og at nýggjur beinvevnaður verður uppbygdur økist munandi eftir eitt tíðarskeið við fótbóltsvenjing. Hetta er víst hjá monnum og kvinnum frá 20-80 ár og hjá fleiri sjúklingabólkum við veikari beinagrind. Tískil sær út til, at heilsufótbóltur er serstakliga munadygg venjing av beinagrindini og fyribyrging av beinbroyskni.

Í nýggju meta-analysu yvirlitsgreinini, sum vit hava útgivið, vísa vit sterka vísindaliga próvførslu fyri, at fótbóltsvenjing er ein serstakliga góður venjingarháttur at uppbyggja beinvevnað og tískil at fyribyrgja beinbroyskni. Meta-analysan er sum sagt tann sterkasta vísindaliga háttalagið, sum er, og tískil er talan um serstakliga sterka vísindaliga próvførslu, sum byggir á 17 sterkar interventiónskanningar. Kanningin verður saman við nógvari aðrari gransking løgd fram í Doha í Katar á fjórðu Football is Medicine ráðstevnuni, sum vit fyriskipa saman við WHO 4-6 oktober í ár.

Úrtak av greinini kann lesast her: , DOI: 10.1007/s40279-022-01726-8. Online ahead of print. https://pubmed.ncbi.nlm.nih.gov/35852769/

Samband: Magni Mohr, 292270, magnim@setur.fo

}