Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

14. januar 2021

Svøvnur

Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019 Svøvnur er ein grundleggjandi fysiologiskur tørvur, ið er neyðugur fyri, at menniskju kunnu virka bæði kropsliga og sálarliga.

Svøvnur er ein grundleggjandi fysiologiskur tørvur, ið er neyðugur fyri, at menniskju kunnu virka bæði kropsliga og sálarliga. Fáa vit ov lítið av svøvni, kann tað í byrjanini ávirka okkara vælveru, men manglar okkum svøvn í longri tíð, kann hetta hava neiligar fylgjur fyri heilsuna.

Kanningin frá 2019 vísir, at tað eru 17% av føroyskum monnum og kvinnum, sum siga seg ongantíð ella næstan ongantíð sova nóg mikið, soleiðis at tey kenna seg úthvíld. Hetta er ein øking uppá næstan 10% frá frá 2015, tá 9% av føroyingum søgdu seg ongantíð ella næstan ongantíð sova nóg mikið.

}