Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

23. november 2018

Tað átti at verið líka lætt at sagt: Eg havi ótta, sum: Eg havi astmu

Barna- og ungdómspsykiatriska toymið er dagliga í sambandi við børn og ung kring alt Føroyar. Hetta ger, at tey uttan iva verða ein virðismikil samstarvsfelagi, ið kann verða við til at menna verkætlanina soleiðis, at vit saman kunnu røkka enn fleiri í Føroyum.

Enn ein samstarvsfelagi við í ABC fyri sálarliga heilsu

Vit kunnu í dag fegnast um at Barna- og ungdómspsykiatriska toymið á psykiatriska deplinum hevur gjørt av at gerast ein partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum.
Hetta er bæði gleðiligt og spennandi. Barna- og ungdómspsykiatriska toymið er dagliga í sambandi við børn og ung kring alt Føroyar. Hetta ger, at tey uttan iva verða ein virðismikil samstarvsfelagi, ið kann verða við til at menna verkætlanina soleiðis, at vit saman kunnu røkka enn fleiri í Føroyum. 

 

Øll børn og ung í Føroyum skulu kunna vera tann ein er, óansæð

Um orsøkina til at tey ynsktu at verða við í verkætlanini siga tey at:

“Barna- og ungdómspsykiatriska toymið vil verða við til, at øll børn og ung í Føroyum trívast og sleppa at vera tann ein er, óansæð. Tað átti at verið líka lætt at sagt: Eg havi ótta, sum: Eg havi astmu. Hóast eg havi ótta eri eg virkin, hugbundin og eri saman við øðrum børnum og ungum”.

 

ABC hópurin savnast á sætta sinni

ABC hópurin fevnir nú um 19 samstarvsfelagar, ið umboða kommunur, feløg, stovnar og felagsskapir kring landið. Í komandi viku hittast allir samstarvsfelagarnir á sætta ABC fundi, fyri at fáa gjølla kunning, undirvísing og møguleikan fyri at kjakast og hugleiða. Tað verður spennandi at frætta og eftirmeta, hvussu teir ymsu partarnir hava brúkt ABC fyri sálarlig heilsu í teirra virksemi, og hvørjum leisti tey fara at arbeiða eftir framyvir.

ABC fyri sálarliga heilsu er ein verkætlan, sum við boðskapinum; ver virkin, ver saman og ver hugbundin, vil vísa á, hvussu einfalt tað kann vera at styrkja sálarligu heilsuna.