Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

13. november 2012

Tað er ongantíð ov tíðliga at leggja góðar matarvanar í børn

Eitt av kjarnaøkjunum hjá Fólkaheilsuráðnum er kostur. Í Fólkaheilsuætlan Føroya stendur m.a.: “Miðað verður eftir, at føroyingar eta heilsugóðan kost. Serliga skal dentur verða lagdur á børn í dagansing og næmingar í fólkaskúlanum og at bøta um matumstøðurnar á skúlunum”.

Tað er ongantíð ov tíðliga at leggja góðar matarvanar niður í børn

Eitt av kjarnaøkjunum hjá Fólkaheilsuráðnum er kostur. Í Fólkaheilsuætlan Føroya stendur m.a.: “Miðað verður eftir, at føroyingar eta heilsugóðan kost. Serliga skal dentur verða lagdur á børn í dagansing og næmingar í fólkaskúlanum og at bøta um matumstøðurnar á skúlunum”.

 

Tað er ongantíð ov tíðliga at leggja góðar matarvanar niður í børn. Flestøll børn í Føroyum eru meginpartin av degnum á almennum dagstovnum, áðrenn tey fara í skúla. Ein stórur partur av gerandiskostinum hjá børnum verður tískil etin, meðan tey eru á stovni. Dagstovnar bjóða børnunum millummála tvær ferðir um dagin, og fleiri bjóða eisini morgunmat. Stundum bjóða stovnarnir eisini kalt borð og døgurða.

Fyri at tryggja, at børn menna heilsugóðar matarvanar, mælir Fólkaheilsuráðið til, at almennu stovnarnir hava almennu tilráðingarnar um kost, t.e. tey 8 kostráðini, sum grundarlag.

 

Kostfrøðingarnir hjá Fólkaheilsuráðnum hava havt samrøður við stovnsleiðarar og starvsfólk á 21 dagstovnum í Sandoynni, Suðuroynni, Eysturoynni, Streymoynni og í Vágunum. Endamálið við samrøðunum var at kanna, hvat stovnarnir bjóða børnunum til matna og um tey nýta tey 8 kostráðini í teirra dagliga arbeiði. Harumframt góvu kostfrøðingarnir ráð og íblástur til heilsugóðan kost, ið fyrst og fremst gevur mettuna.

 

Samanumtikið fylgdu dagstovnarnir ikki almennu tilráðingunum, t.e. teimum 8 kostráðunum. Sum heild varð nýtt ov nógv sukur, ov lítið fullkorn og grønmeti í gerandisdegnum.

Tað er stórur tørvur og áhugi á dagstovnunum á at fáa íblástur, kunnleika og førleika til – á ein einfaldan og bíligan hátt – at bjóða børnunum heilsugóðan kost.

 

Við hesari kanning hava vit staðfest, at tað er stórur tørvur á at halda fram við arbeiðinum, so at allir almennu stovnarnir kring landið fáa ein felags leist til tess at tryggja børnunum heilsugóðan kost og umstøður at menna heilsugóðar matarvanar.

 

Kanningina hjá Fólkaheilsuráðnum hava kostfrøðingarnir Snorri Patursson og Gyða í Gongini gjørt.

 

Munnligir spurningar, ið Fólkaheilsuráðið setir dagstovnum um kjarnaøki

Matur á dagstovnum - samanumtøka

}