Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

12. apríl 2013

Tað góða lívið í Føroyum

Arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum tekur støði í Fólkaheilsuætlanini hjá Heilsumálaráðnum og heilsudefinitiónini hjá WHO: Heilsa er ikki bert frávera av sjúku, men eisini likamlig, sálarlig og sosial vælvera.

Tað góða lívið í Føroyum

Arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum tekur støði í Fólkaheilsuætlanini hjá Heilsumálaráðnum og heilsudefinitiónini hjá WHO: Heilsa er ikki bert frávera av sjúku, men eisini likamlig, sálarlig og sosial vælvera.

Mentala heilsu definerar WHO soleiðis:

Ein støða við trivnaði, har persónurin brúkar síni evni, klárar avbjóðingar og strongd í gerandisdegnum, og megnar at vera í felagsskapi við onnur fólk.

Mental heilsa rúmar tískil tvey element:

Upplivingina, nevniliga at hava tað gott, at vera glað, í góðum lag og nøgd við lívið.
At megna alt tú skalt gera í gerandisdegnum, sum til dømis at keypa inn, gera mat, fara til arbeiðis ella í skúla, vera í sosialum sambondum og megna ymisku avbjóðingarnar, sum ein vanligur gerandisdagur bjóðar.

Sambært WHO er mental heilsa tí eitt jaligt hugtak, sum rúmar meiri enn frávera av sálarligum sjúkum. Mental heilsa verður sædd sum ein støða, sum í ávísan mun fer tvørturum sjúkur. Tað er soleiðis møguligt at hava eina góða mentala heilsu og samstundis vera sjúk. Eisini ber til at vera frísk og samstundis hava eina vánaliga mentala heilsu. Mental heilsa kann tí fremjast bæði fyri sjúk og frísk fólk.

Fólkaheilsuráðið hevur tí sett sær fyri at fáa greiði á, hvussu vit føroyingar hava tað. Hvussu nøgd eru vit við lívið? Hvussu kenna vit okkum í gerandisdegnum? Hvussu hava vit tað í Føroyum í mun til, hvussu onnur hava tað aðrastaðni?

Til at máta hetta arbeiði hava vit valt at nýta leistin hjá OECD Better Life kanningini. Henda kanning nýtir 11 ymiskar indikatorar, og í fleiri av hesum verða Gallup spurningar nýttir til at svara spurningum, um hvussu trygg vit eru, hvussu nøgd vit eru, osfr. Tú kanst lesa meiri um hesa kanningina við hesi leinkju: http://www.oecdbetterlifeindex.org/#/11111111111

Fólkaheilsuráðið hevur júst fingið nøkur úrslit av kanningini, sum vísa, at vit í Føroyum eru sera nøgd við lívið samanborið við okkara grannalond. Vit liggja hægst í lívsnøgdsemi yvirhøvur. Í hesum sambandi hevur Fólkaheilsuráðið sett á stovn Facebooksíðuna Ræðuliga gott, har vit øll hava møguleika fyri at deila tær góðu søgurnar við lívinum í Føroyum.

Eisini her á síðuna fara vit at kunngerða úrslit frá kanningi um tað góða lívið í Føroyum.

 

http://issuu.com/folkaheilsa/docs/f__royar_besta_land____heiminum?workerAddress=ec2-50-16-101-221.compute-1.amazonaws.com

}