Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

18. mars 2014

Tað sunna feittið

Seinastu vikuna hevur fleiri ferðir verið nevnt í miðlunum, at mettaða feittið - eitt nú frá garnatálg - er sunt, og at oljurnar als ikki eru so sunnar, sum áður hildið. Men er tað nú soleiðis?

Seinastu vikuna hevur fleiri ferðir verið nevnt í miðlunum, at mettaða feittið - eitt nú frá garnatálg - er sunt, og at oljurnar als ikki eru so sunnar, sum áður hildið. Men er tað nú soleiðis?

 

Poula Patursson, cand.scient. klinisk ernæring, kliniskur dietistur

 

Smør ella olivenolju? Og skulu vit nú byrja at eta garnatálg afturvið tí mesta, nú tað seinastu dagarnar er ført fram sum ein sunn kelda til feitt?

 

Í nýggju kostráðunum, sum danska Heilsustýrið gav út í fjør, og sum Fólkaheilsuráðið her heima í Føroyum tekur undir við, verður mælt til at minka um nøgdina av mettaðum feitti í tí matinum, vit eta. Harafturat verður eggjað til at eta meiri av einkultómettaðum feitti, sum vit millum annað fáa frá olivenolju, rapsolju, heslinøtum, mandlum v.m.

 

Kanningar úr okkara grannalondum vísa, at sum heild eta fólk ov nógv mettað feitt. Mettaða feittið fáa vit millum annað frá smøri, róma og feitum oksakjøti. Ov nógv mettað feitt økir um vandan fyri høgum kolesteroli og hjarta- og æðrasjúkum. Og ert tú í iva, skalt tú í størstan mun halda teg til einkultómettaða feittið og omega-3 feittið. Omega-3 feitt kemur millum annað frá fiskaolju, feitum fiski, hørfrøolju v.m.

 

Tað vil við øðrum orðum siga, at tú kanst við góðari samvitsku eta garnatálg av og á. Men tað besta fyri heilsuna er, um tú etur fjølbroytt og minnist til grønmeti, feitan fisk og tað góða feittið frá eitt nú nøtum, olivenolju og avokado.

 

Les meira her.


Ynskir tú meira at vita, ber til at ringja til Poulu Patursson á tlf. 515156 ella Ingrid Bjarnastein tlf. 515157.

}