03. mai 2017
Í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung
Í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung:
a. 0. flokkur og børn undir skúlaaldur
b. 1. - 4. flokk
c. 5. - 8. flokk
Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki, og fær hvør vinnari kr. 500 í virðisløn.
Støddin á tekningunum skal vera 10x10 cm – ikki størri og ikki minni.
Skrivið navn, føðingardag og telefonnummar aftanfyri á tekningini.
Hvør skúlaflokkur kann senda fleiri tekningar í einum brævbjálva.
Boðskapurin í tekningini skal vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja, t.d.:
“Sigarettir – nei takk”
“Roykfrítt – ja takk”
“Roykfrítt rokkar”
Børnini kunnu frítt velja, hvussu tekningin skal síggja út.
Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í seinasta lagi 24. mai. Besta myndin í hvørjum bólki verður víst á heimasíðuni www.folkaheilsa.fo.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna handar virðislønirnar á torginum í SMS mikudagin 31. mai kl. 16, har allar myndirnar verða vístar fram sama dag.
Vit vóna, at tit fara at taka væl undir við kappingini.
Tekningarnar skulu sendast til: Fólkaheilsuráðið, J.C. Svabosgøta 43, 100 Tórshavn
Í Dómsnevndini sita Vár Berghamar Jacobsen, Janus á Húsagarði og Eli Smith