Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

20. oktober 2014

Tey 10 kostráðini

Kostráðini eru nú komin út av nýggjum. Kostráðini kunnu takast niður her á síðuni, og plakatir kunnu heintast hjá Fólkaheilsuráðnum. Sum áður hevur Fólkaheilsuráðið valt at halda seg til donsku kostráðini, umsett til føroyskt.

Kostráðini eru nú komin út av nýggjum. Kostráðini kunnu takast niður her á síðuni, og plakatir kunnu heintast hjá Fólkaheilsuráðnum. Sum áður hevur Fólkaheilsuráðið valt at halda seg til donsku kostráðini, umsett til føroyskt.  

Kostráðini í Danmark líkjast nógv teimum í hinum norðanlondunum. Tey byggja øll á felags norðurlendsk tilmæli, sum eru grundað á vitan hjá hundraðtals av serføðingum. Øll norðanlond hava síðan 1980 samstarvað um at gera felags leiðreglur um kost og føðslu. Nýggjastu leiðreglurnar eru at finna í Nordic Nutrition Recommendations (NNR) frá 2012, sum kunnu takast niður her. 

Endamálið við NNR er at vegleiða um ein heilsufremjandi livihátt, ið kann fyribyrgja fólkasjúkum. NNR eru grundarlagið undir almennu kostráðunum, ið verða gjørd bæði í Noregi, Svøríki, Danmark og Íslandi. Tilmælini eru grundað á vísindaliga gransking, og hesi verða dagførd umleið fjórða hvørt ár. Um nóg góð vísindalig prógv eru fyri tí, verða kostráðini broytt. Meiri enn hundrað serfrøðingar eru við í arbeiðinum, undir leiðslu av einum arbeiðsbólki undir Nordisk Ministerråd. 

NNR verður mett at vera fremsta arbeiðsamboð hjá fakfólki, ið starvast innan kost, heilsu og føðsluøkið. Í sambandi við nýggjastu NNR hava størri partar av leiðreglunum verið til hoyringar alment soleiðis, at øll atlit eru tikin við í endaligu útgávuna. 

Tey 10 føroysku kostráðini byggja sostatt á hópin av vísindaligari vitan um, hvat er heilsugott og ikki, og tískil eiga vit at halda okkum til tey, tá vit liva heilsugott.

}