09. november 2017
Vit fegnast um, at Tórshavnar kommuna og Vága kommuna nú hava boðað okkum frá, at tey eru við í verkætlanini hjá okkum ABC fyri sálarliga heilsu.
Vit fegnast um, at Tórshavnar kommuna og Vága kommuna nú
hava boðað okkum frá, at tey eru við í verkætlanini hjá okkum ABC fyri sálarliga heilsu. Tey fara á
sama hátt sum hinir ABC samstarvsfelagnir at gera sítt til, at føroyingar kunnu
styrkja og røkja sína sálarligu heilsu.
Komandi viku møtist alt ABC toymið, og spennandi verður
at síggja, hvat kemur burturúr og frætta, hvørjum leisti ymisku partarnir ætla
at arbeiða eftir.
Fólkaheilsuráðið stendur fyri verkætlanini og arbeiðir
saman við kommunum, stovnum, feløgum og kristiligum felagsskapum. Í ABC
toyminum eru nú:
Ítróttarsamband Føroya
Parasport Føroya
Føroya Skótaráð
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag
Reyði Krossur Føroya
Blái Krossur Føroya
Sinnisbati
Lívdin
Gigni
Almannaverkið
SSP
Kommunufelagið
Vágs kommuna
Klaksvíkar kommuna
Vága kommuna
Tórshavnar kommuna
Trýst her fyri gjøllari kunning um verkætlanina ABC fyri
sálarliga heilsu: http://www.folkaheilsa.fo//kunning.html