Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

01. apríl 2019

Trúnaður og Tagnarskylda

Nakað hevur verið tosað um tagnarskyldu hjá starvsfólki í seinastuni. Tað hevði verið áhugavert at kannað, hvussu stendur til við tagnarskyldu hjá einstaklingum. Við hesum átaki, vóna vit, at tað fer at geva íblástur til umhugsni og eitt møguligt kjak um evnið.

Kring landið eru tað fólk, sum búgva ella eru innløgd á ymsum almennum stovnum. Hesi eru vard av tagnarskylduni hjá starvsfólkinum; men hvussu er við brúkaranum sjálvum,  avvarðandi og vitjandi á hesum støðum? Hava tey nakra tagnarskyldu? Tvær sjúkrarøktarfrøðilesandi, Amanda D. Jacobsen og Pálrún S. Sigurðardóttir, í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, hava valt at varpa ljós á hetta.

Í hesum sambandi hava Amanda og Pálrún framleitt eitt veggprýði við tekstinum: Tað tú hoyrir og sært her inni - Goym tú bert í egnum minni. Prýðið er við íblástri frá heimum, har tú sást eina mynd t.d. hanga yvir durunum.

Við hesum verður eggjað fólki at vísa umhugsni og virðing, og ikki fara víðari við tí, tey hava upplivað og sæð á staðnum.

Í fyrstu atløgu kemur myndin at hanga á ellis- og røktarheimum og eldrasambýlum runt Føroyar og á stovnum hjá Almannaverkinum.

}