Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

04. februar 2022

Um kropp, kenslur og mørk í VIKU SEX

Nú aftur er farið at lýsna uttandura, stendur eisini VIKA SEX fyri durðum. Og aftur í ár verður skipað fyri seksualundirvísing á føroysku miðnámsskúlunum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík.

Triðja árið á rað eru tað undirvísarar úr felagsskapinum Kyn, sum standa fyri undirvísingini, har ung undirvísa ungum. Ein slóðbrótandi nýggjur partur av undirvísingini er ein føroyskt framleiddur stuttfilmur, við denti á kropsfatan og sosialar miðlar. Fokus er eisini á at fáa næmingarnir at verða luttakandi í undirvísingini, sum er tillagað 1. árs næmingar á miðnámsskúlum.

Felagsskapurin Kyn hevur til endamáls at menna føroyska seksualundirvísing og at kunna um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni og soleiðis skapa betri trivnað millum føroysk ung.

Fyrsta stigið til at skipa hesi upplýsingartiltøk varð tikið afturi í 2017. Tørvur var á at hava upplýsingar- og kunningartiltøk, sum rukku út til bæði børn og ung, og sum rúmaðu tí at tosa um kropp, kenslur og mørk. Vit minnast til onnur tiltøk sum: Sex krevur samtykki, Mynd krevur samtykki og Steðga haturstalu. Seinastu árini hava Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið/Sig frá! staðið saman um at fyriskipa VIKA SEX.

Sum partur av hesum átakinum ynsktu vit at fáa eitt kjak í lag um tørvin á seksualundirvísing á miðnámi eins væl og í fólkaskúlanum. Eftir í fleiri ár at hava sett hetta á breddan ynskja vit at fáa seksualundirvísingina, bæði fyri fólkaskúla- og miðnámsøkið, lagda í eina fastari legu. Okkara greiða tilmæli til myndugleikarnar, sum vara av økinum, er, at seksualundirvísingin innan alt skúlaøkið, verður løgd í eina trygga skipan. Hesum eru vit, sum fyriskiparar av tiltakinum tilreiðar at samstarva um.

Vikan er skipað við undirvísing soleiðis:

Mánadagin

7. februar

Miðnámskúlin í Vestmanna og Miðnáms- og Húsarhaldsskúlin í Klaksvík

Týsdagin

8. februar

Miðnámsskúlin á Kambsdali

Mikudagin

9. februar

Miðnámsskúlin í Hovi og Glasir, Tórshavn

Hósdagin

10. februar

Glasir, Tórshavn

Fríggjadagin

11. februar

Glasir, Tórshavn

Í sambandi við undirvísingina verður høvi at fáa eitt prát við fyriskiparnar úti á skúlunum.

Endabresturin av VIKU SEX verður í Perluni hóskvøldið 10. februar kl. 19.00, tá vit fara at seta sjóneykuna á seksualundirvísing í fólkaskúlanum. Bjørg Clementsen byrjar við einum uppleggi um ba-ritgerð sína um seksualundirvísing í føroyska fólkaskúlanum, og síðani verður sofaprát við Bjørg Clementsen, Eyðuni Gaard, stjóra á Námi, Jacob Eli Olsen, formanni í lærarafelagnum og umboðum frá Gigna og Kyn.

Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin

Vegna fyriskipararnar

Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið/Sig frá!

}