Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

07. februar 2020

Ung á miðnámi ynskja meira seksualundirvísing

Næmingarnir ynskja hesa undirvísing, sum styrkir tilvitanina um kropslig rættindi og seksuellu heilsu teirra. Eftirmetingin hjá næmingunum vísti, at tað serliga var tann praktiski parturin, sum var stuttligur, góður, øðrvísi og læruríkur.

Nú ársins Vika Sex er farin framvið í øllum góðum, vita umleið 700 ungir skúlanæmingar nógv meira um kropp, kenslur og mørk, enn áður.

Seksualundirvísing inn á miðnám nú! var greiða niðurstøðan í Perluni í Viku sex 2019.

Síðani tá hevur Marin í Dali, lækni, stovnað felagið KYN saman við Bjørt Lind, sálarfrøðingi og Turið Hermansdóttur, fólkalívsfrøðingi. Felagið hevur til endamáls at menna føroyska seksualundirvísing og at kunna um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni og soleiðis skapa betri trivnað millum føroysk ung.

Fyriskipararnir handan Viku Sex hava tí skipað soleiðis fyri, at fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík hava fingið seksualundirvísing í Viku Sex 2020.

Til tiltakið í Perluni hóskvøldið, sum var fyri fakfólk, foreldur og avvarðandi, greiddu tær frá tilgongdini hjá felagnum og um hvussu tey hava fingið fatur á ungum undirvísarum, hvørja upplæring hesir hava fingið, og hvussu tey ítøkiliga tosa við ung um seksualitet. Umráðandi er at skapa tryggar umstøður og vera ítøkiligur, men ikki persónligur. Tær vóru glaðar fyri, at tær vórðu so væl móttiknar á skúlunum og av næmingunum.

Og niðurstøðan er greið: Næmingarnir ynskja hesa undirvísing, sum styrkir tilvitanina um kropslig rættindi og seksuellu heilsu teirra.

Eftirmetingin hjá næmingunum vísti, at tað serliga var tann praktiski parturin, sum var stuttligur, góður, øðrvísi og læruríkur. Nakrar av viðmerkingunum frá næmingunum vóru:

“Framúrskarandi góð undirvísing”
“Gott” “Super” “Feitt”
“Duga væl ikki at gera tað awkward”


Við hesum tiltakinum ynsktu vit at fáa eitt kjak í lag og møguliga fáa svar uppá, um tørvur veruliga er á seksualundirvísing á miðnámi.

Kanningin “Keldur til seksualvitan hjá føroyskum ungum” hjá Marini í Dali, lækna vísti tað.

Eftirmetingin av seksualundirvísingini hesa vikuna vísir tað.

Felagið KYN og undirvísararnir fingu ta fatan, at tað var gott hjá miðnámsskúlanæmingunum at fáa hesa undirvísing.

Samanumtikið: tey ungu á miðnámi ynskja meira seksualundirvísing.


Hvørjum bíða vit so eftir?

Okkara greiða viðmæli til myndugleikarnar á økinum er at fáa seksualundirvísing lagda í eina fasta legu t.d. við hesum leisti, har ung eldhugað og fakliga væl ílatin eru tilreiðar at samstarva.

Vit undirritaðu fyriskiparar eru eisini tilreiðar at samstarva.


Vegna fyriskipararnar,

Apoteksverkið, Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig frá!

}