06. desember 2017
Ung og fast food: 65% eta 1-2 ferðir um vikunaGreinin er úr blaðnum "Ó" - Hanus Samró hevur skrivað:Fólkaheilsuráðið boðaði her fyri frá, at føroyingar vigaðu ov nógv.
Ung og fast food: 65% eta 1-2 ferðir um vikuna.
Greinin er úr blaðnum "Ó" - Hanus Samró hevur skrivað:
Fólkaheilsuráðið boðaði her fyri frá, at føroyingar vigaðu ov nógv. Tølini bygdu á Gallup kanning, ið varð gjørd í august og september 2017. Sambært kanningini var talið á feitum føroyingum næstan tvífaldað síðan 2003. Serliga vóru tað menninir í aldursbólkinum 25 ár og uppeftir, ið vigaðu ov nógv. Sostatt eru teir í størri vanda fyri at fáa lívsstílssjúkur, ið eru knýttar at yvirvekt. Sambært kanningini var vektin á kvinnunum normal. Men hví eru føroyingar feitir? Hvat er tað, ið ger, at alsamt fleiri gerast ov tjúkk?
Sambært Gallup kanningini er tað ein samanrenning av vantandi rørslu og ósunnum matvanum, men kanningin sigur einki um, hvussu ofta føroyingar eta t.d. fast food. Tað er ikki tí, at fast food er høvuðsorsøkin, men tað kann hugsast, at hetta hevur ávirkan á vektina.
Vit hava ikki møguleika at kanna matvanarnar hjá øllum føroyingum. Ístaðin hava vit hugt eftir fast food nýtsluni hjá miðnámslesandi í Føroyum. Kanningin varð gjørd 1. til 3. november 2017. Omanfyri 1000 miðnámslesandi úr øllum landinum vórðu spurd. 525 svaraðu.
Fast food
Tað er umráðandi at leggja dent á, at ætlanin er ikki at koma við peikifingrinum, men heldur lýsa, hvussu ofta miðnámslesandi eta fast food. Hetta kann geva eina mynd av støðuni. Í kanningini verða burgarar og pitsur v.m. nevndar. Tað er ikki nakað dulsmál, at ov nógv fast food kann hava neiliga ávirkan á vektina, men hvat er ov nógv?
Fast food er matur við sera lágari góðsku, og sum hevur skeiva føðslusamanseting í mun til tey tilmæli, vit veita. Feittinnihaldið er ov høgt, og sum regul er saltið og kolvætan ov høg. So kemur sukurdrykkurin, sum ofta fylgir við, og sum hevur alt ov høgt sukurinnihald. Til síðst er orkuinnihaldið sera høgt. Ein vanligur persónur kann nærum dekka sín orkutørv fyri ein heilan dag við einari stórar fast food máltíð. Tí skulu børn, ung og vaksin eta fast food so sjáldan, sum tilber. Hvussu ofta, tú kanst eta fast food, er tengt at, hvat annað tú etur. Um tú t.d. hevur vánaligar kostvanar og etur burgarar, kips og pitsa fleiri ferðir um vikuna, setur tú heilsuna í álvarsligan vanda.
Sambært kanningini ótu 65% av teimum spurdu fast food eina til tvær ferðir um vikuna, meðan 7% søgdu seg eta tríggjar ferðir. Einans 2% ótu fýra ella fleiri ferðir. Ein fjórðingurin søgdu seg ikki vita.
Eg haldi, at tað er høgt, men tað er langt undir, hvat tú sær í t.d. USA og Íslandi. Um tveir triðingar eta fast food tvær ferðir um vikuna, so er tað ov nógv. Aftrat hesum kemur ivaleyst ein rúgva av afturat: morgunmatur við ov høgum sukurinnihaldi, góðgæti, sukurdrykkir, ljóst breyð, dressingur, ídnaðarframleitt pálegg v.m., ið hevur sera lága góðsku.
Nær eta tey fast food?
Av tí at miðnámslesandi brúka meginpartin av gerandisdegnum í skúlanum kundi tað hugsast, at nógv ótu fast food í skúlatíðini. Men kanningin gevur einki greitt svar. Sambært kanningini ótu 36% mest í vikuskiftinum. Einans 7% ótu í skúlanum og í vikuskiftinum. Meir enn helvtin, sløk 57%, høvdu ongar fastar vanar. Tey ótu bara, tá tey høvdu hug.
Eru tilvitaði um matin
Sum Magni Mohr, stjóri í Fólkaheilsuráðnum, vísir á, skulu ung helst ikki eta fast food meir enn 1-2 ferðir um mánaðin. Um vit hyggja at tølunum, eru miðnámslesandi omanfyri ráðini. Men tað er ikki tí, at tey eru ótilvitaði. Sambært kanningini søgdu 74% seg hugsa um, hvat tey ótu, meðan 18% ikki hugsaðu um tað. 8% høvdu onga meining. Kann tað tí hugsast, at miðnámslesandi vita, hvussu nógv fast food tey kunnu eta?
Eg haldi, at tað er gleðiligt, at tey ungu hugsa um, hvat tey eta, og eg meti at ung í dag eru meira tilvitaði um heilsuna enn t.d. mítt ættarlið, tá vit vóru í teirra alduri. At fimti hvør sigur seg ikki hugsa um kostvanar, samsvarar væl við tølini, Fólkaheilsuráðið hevur, har góð 20% hava stórar heilsuligar avbjóðingar. At tey ungu eta fast food og annað minni gott er nátúrligt, og partur av ungdómsmentanini, og er sum so eingin katastrofa. Heldur er tað tað samlaða, tú etir um vikuna, ið er avgerandi. Føroysk matmentan hevur viðvind í løtuni, og her burdi kanska verið meir til tey ungu. Hví ikki menna kulan fast food mat við føroyskum og heilsugóðum rávørum, sigur Magni Mohr, stjóri í Fólkaheilsuráðnum, at enda.