Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

12. september 2016

Ungdómur og Sálarlig heilsustøða

Meðan 18% av føroyingum siga seg hava ringa sálarliga heilsustøðu, so er hetta galdandi fyri fjórða hvønn í aldrinum 18-29 ár.

Úrslitini frá kanningini “Hvussu hevur tú tað”?

Í 2015 framdi Fólkaheilsuráðið eina størri spurnakanning av heilsustøðu føroyinga. Næstan 5000 føroyingar vórðu spurdir um heilsustøðu og vanar, og umleið 2200 valdu at taka lut í kanningini.

Fyrstu niðurstøðurnar vísa m.a., at ungir føroyingar hava vánaligastu sálarligu heilsustøðuna, og at ring sálarlig heilsustøða er hagfrøðiliga knýtt at kropsligum óvirkni, vánaligum kost- og svøvnvanum, umframt ónøgd við kynslívið. Royki- og drekkimynstur vísa eisini eitt ávíst samband við sálarligu heilsustøðuna. Eisini hava tey við ringari sálarligari heilsustøðu munandi fleiri sjúkrafráverudagar enn tey við góðari heilsustøðu.

 

Yngsti aldursbólkurin ringastu sálarheilsuna

Meðan 18% av føroyingum siga seg hava ringa sálarliga heilsustøðu, so er hetta galdandi fyri fjórða hvønn í aldrinum 18-29 ár.

Samband ímillum sálarligu heilsustøðuna og kropsligt virkni.

Fjórði hvør, ið rørir seg lítið, hevur ringa sálarliga heilsustøðu, meðan hetta bert er galdandi fyri tíggjunda hvønn, sum regluliga venur kropsliga.

Svøvnur, kostur og kynslív

Umleið 40% av teimum við sera vánaligum svøvnmynstri hava ringa sálarliga heilsustøðu, meðan hetta bert er galdandi fyri 10% av teimum, sum meta seg sova væl.

Tveir triðingar av teimum við ringari sálarligari heilsustøðu siga seg eisini hava sera ósunnar kostvanar.

Fjórði- og triði hvør við ringari sálarligari heilsustøðu siga seg ávikavist verða ónøgd og sera ónøgd við kynslív sítt.

Royking og alkohol

Tey, sum ikki roykja, hava betri sálarliga heilsustøðu enn tey, ið roykja; og tey, ið drekka illa, meta seg hava ringa sálarliga heilsustøðu.

Sálarlig heilsustøða knýtt at fráveru frá arbeiði

Tey við sera ringari sálarligari heilsustøðu hava næstan fýra ferðir fleiri sjúkradagar samanborið við tey, sum hava sera góða sálarliga heilsustøðu.

Tey við miðallongum og longum útbúgvingum hava bestu sálarligu heilsustøðuna.

Meðan einans 10% av teimum við longri útbúgvingum siga seg hava ringa sálarliga heilsustøðu, so metir fjórði hvør við ongari yrkisútbúgving seg hava tað vánaligt sálarliga.

Uppfatan av egnum avriki á heilsustøðuna

Ein triðingur av teimum, sum hava vánaliga heilsustøðu halda, at egið avrik als ikki eru umráðandi fyri at betra um heilsustøðuna.

Trý út av fýra, sum á onkran hátt eru kropsliga virkin meta, at egið avrik hevur sera stóran týdning fyri heilsustøðuna, meðan tvey út av trimum, sum ikki røra seg, halda ikki, at egið avrik hevur nakran týdning fyri heilsustøðuna.

Samanbering við líknandi kanningar aðrastaðni

Yngsti aldursbólkurin sær út til at hava ringastu heilsustøðuna samanumtikið, og m.a. kann nevnast, at tey 25-34 ára gomlu í Føroyum roykja verri enn t.d. í grannalandinum Danmark.

Tá talan er um kropsliga rørslu, so eru tað eisini tey í hesum aldursbólkinum, sum røra seg minst (undantikið tey 75-79 ára gomlu). Haraftrat er kropsliga virknið munandi lægri hjá teimum 25-34 ára gomlu í Føroyum samanborið við tey í Danmark. Hinvegin eru miðalaldrandi føroyingar meira kropsliga virknir enn danir.

Sálarliga heilsustøðan sær út til at vera betri hjá føroyingum enn danum í øllum aldursbólkum, undantikið hjá teimum 25-34 ára gomlu, har eingin munur er at finna ímillum føroyingar og danir.

 

Fólkaheilsuráðið

Samband:

Magni Mohr, formaður

Teldupostur: magnim@setur.fo

Mobil nr.: 292270  

}