17. oktober 2016
Omanfyri 200 fólk luttóku á Fólkaheilsuráðstevnuni, sum Fólkaheilsuráðið skipaði fyri saman við Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Omanfyri 200 fólk luttóku á Fólkaheilsuráðstevnuni, sum Fólkaheilsuráðið skipaði fyri saman við Heilsu- og innlendismálaráðnum.
Bente Klarlund Pedersen, professari á Center for Inflammation of Metabolisme og yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum í Danmark og Magni Mohr formaður í Fólkaheilsuráðnum og lektari í heilsuvísindum vístu, hvussu vit við at vera meira vikin kunnu ávirka okkara heilsustøðu og fyribyrgja sjúku.
Marin Strøm, lektari í heilsuvísindum, greiddi frá hvørja ávirkan kostur hevur á okkum og hvørja ávirkan kann hava á komandi ættarlið.
Rob Donovan greiddi frá verkætlanini Act-Belong-Comit, sum hevur virkað í Australia í nøkur ár og vísti, hvussu henda verkætlan hevur haft jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna hjá borgarunum har.