Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

04. august 2020

Væleydnaða rørsluátakið hjá ÍSF og Fólkaheilsuráðnum “Rørsla í Føroyum” er komið at enda

Á lítlari samkomu fyrr í dag handaðu Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi hjá ÍSF og Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum virðislønir til tveir hepnar vinnarar.

Í summar hava yvir 1000 føroyingar gingið bygdargøtur og fjallatoppar runt um í landinum, sum tey hava skrásett við sona-appuni í rørlsuátakinum “Rørsla í Føroyum, sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið saman við Sona hava staðið fyri. Túrarnir vórðu settir saman í samstarvi við Pól Sundskarð og heimasíðuna pol.fo

Á lítlari samkomu fyrr í dag handaðu Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi hjá ÍSF og Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum virðislønir til tveir hepnar vinnarar. Fríða við Neyst Høgnadóttir vann juli avbjóðingina, har man skuldi ganga 5 fjallatoppar. Vinningurin var eitt gávukort á 5000 kr. til ferðaupplivingar í Føroyum.  Eyðun Trúgvason vann høvuðsvinningin, sum er eitt vikuskiftisuppihald í Mykinesi, har Oda Andreasen og GoLocal er vertur, umframt at ferðalagið fær eina rundferð kring oyggjarnar við tyrluni hjá Atlantic Airways.

Tey bæði lata væl at tiltakinum, sum hevur givið teimum framúr summarupplivingar í føroysku náttúruni. Eyðun, sum til dagliga hevur stillisitandi arbeiði, sigur, at gongutúrarnir eftir bygdagøtunum og í fjøllunum hava gjørt, at hann hevur haft eitt kropsliga virkið summar.  Fríða heldur, at tað er sera motiverandi, at ÍSF og Fólkaheilsuráðið skipa fyri slíkum átøkum, og at hetta hevur heilt sikkurt verið viðvirkandi til, at hon hevur gingið so nógvar túrar í føroysku náttúruni í summar.
“Føroyska náttúran er vælegnað til kropsliga venjing, og ítróttasambandið vil eisini virka fyri hesum slagnum av rørslu, sum samsvarar við allýsingina av ítrótti hjá ÍSF” sigur Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi, sum gleðist yvir, at fleiri enn 1000 føroyingar hava luttikið í átakinum.
Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, heldur eisini, at átakið er væleydnað. “At brúka føroysku náttúruna er partur av okkara siðaarvi og at sameina rørslu á aldargomlu bygdagøtunum og í okkara fjøllum við snildtelefonum og appum ger, at vit samantvinna tað serføroyska og tøkniliga veruleikan, sum tey flestu liva í í dag”, sigur Magni Mohr.
Sona og Fólkaheilsuráðið hava fyrr samstarvað um átakið “Hvør metur telur”, har sona-appin eisini varð nýtt. Lív Egilsdóttir Olsen, samskipari á Sona, heldur, at samstarvið við ÍSF og Fólkaheilsuráðið hevur gingið væl. “Átakið vísir, at áhugi er fyri einari føroyskari rørslu-app, og Sona fer møguliga at arbeiða víðari við hesum”.
Hervið vilja vit takka øllum, sum hava tikið lut í átakinum “Rørsla í Føroyum”.

}