Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

15. apríl 2020

Venjingartilmæli

Varðveit og betra um heilsu tína: Kropslig venjingartilmæli í korona-undantaksstøðuni

Tað er alneyðugt at varðveita kropsliga rørslu og venjing, hóast broyttu umstøðurnar. Tað er serstakliga umráðandi at fremja aeroba venjing (treystisvenjing) og styrkivenjing fyri at varðveita og betra um heilsustøðuna.

Tilmælini frá WHO eru fyri vaksin: 150 minuttir um vikuna av treystisvenjing ella 75 minuttir av treystisvenjing við stórari arbeiðstyngd, meðan børn eiga at fremja treystisvenjing við miðal og stórari arbeiðstyngd 1 tíma hvønn dag.

Eisini eiga bæði børn, ung, vaksin og eldri at gera styrkivenjing fyri stóru vøddabólkarnar 2-3 ferðir um vikuna. Tabellin vísir, hvussu treystisvenjing kann fremjast og stýrast í verki fyri ymiskar málbólkar.

}