Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

19. januar 2018

VIKA SEX 2018

Tá ung kenna síni rættindi, duga tey betur at seta egin mørk og at skapa felagsskapir, har persónlig mørk verða vird.

Tá ung kenna síni rættindi, duga tey betur at seta egin mørk og at skapa felagsskapir, har persónlig mørk verða vird.

Í døgunum 5. til 9. februar ferðast tiltakið Vika sex 2018 til allar yrkis- og miðnámsskúlar í Føroyum.

Evnið er "Mynd krevur samtykki", tí tað er ein sannroynd, at ung og fólk yvirhøvur ferðast nógv í digitala heiminum, og tiskil er kunnleikin um kropp, mørk og kyn eins viðkomandi her sum í øðrum rúmum, vit ferðast í.  

Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin hjá teimum ungu, at tey skilja týdningin av orðinum samtykki, tora at gera vart við síni egnu rættindi, rættindini hjá øðrum og kenna avleiðingarnar, um tey ikki virða mørkini hjá øðrum.

 
Á tiltøkunum verður, umframt stuttir fyrilestrar frá serfrøðingum, høvi at fáa eitt prát við fakfólk. Eisini verður høvi at luttaka í spurnakapping, fáa ymiskt tilfar, prøvar o.a., ið er aktuelt fyri átakið “Mynd krevur samtykki”, kynslív og kropp yvirhøvur.
 

SKRÁ

-     Hvat er samtykki?             Katla Heðinsdóttir, heimspekingur

-     Hvat sigur lógin?               Mariann Reinert, politistur

-     Sálarligar avleiðingar        Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur, BVS

NÆR OG HVAR

Mánadagin 5. feb.        Glasir (hølini hjá Dansifrøi)   kl. 10.00 – 11.30

Týsdagin 6. feb.           Miðnám í Vestmanna             kl. 10.30 – 12.10

Mikudagin 7. feb.         Klaksvík (á Tekniska skúla)    kl. 09.50 – 11.20

Hósdagin 8. feb.           Miðnám í Suðuroy                 kl. 11.55 – 13.25

Fríggjadagin 9. feb.      Miðnám í Kambsdali             kl. 08.10 – 09.40


Vegna fyriskipararnar

Fólkaheilsuráðið, Apotekið, Amnesty, Føroya Politi, Gigni og Sig frá!