Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

15. juni 2020

Virkisfrágreiðing 2016-2019

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum hugleiðir um hesi fýra árini, ið eru gingin, síðan hann tók við leiðsluni.

Í mars 2016 varð nýtt fólkaheilsuráð valt av táverandi landsstýriskvinnu í Heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg. Nýggju ráðslimirnir vóru Kathrina Lindenskov Holm, Petra Arge Poulsen, Katrin Danielsen, Jón Klein Olsen, John Hendrik Olsen, Elin Ludvig og undirritaði. Hesi hava mannað Fólkaheilsuráðið (FHR) seinastu fýra árini og til 15. mai, tá ráðið varð valt av nýggjum av núverandi heilsumálaráðharra, Kaj Leo Holm Johannesen.

FHR hevur sum uppgávu at menna tilgongdir fyri heilsufremjan, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. Hetta hevur við sær bæði ráðgevandi og fremjandi virksemi, umframt kanningar-, útgreiningararbeiði og stimbran av gransking innan fólkaheilsuøkið. Ráðið arbeiðir í tráð við breiða heilsuhugtakið hjá heimsheilsustovninum, WHO, har heilsa er lýst sum fullkomin kropslig, sálarlig og sosial vælvera og ikki bert frávera av sjúku. FHR setti sær tí eisini fyri at breiðka fatanina av fólkaheilsu í føroyska samfelagnum, har skipaður dentur hevur verið lagdur á at raðfesta sálarliga og sosiala heilsu hægri, so at hesi økini í størri mun kunnu javnsetast við kropsliga heilsu.


Tá FHR tók við í 2016 varð eitt av fyrstu stóru átøkunum at greina kanningina “Hvussu hevur tú tað? Úrslitini vístu m.a. sterk hagfrøðilig sambond ímillum sálarligan trega og fleiri av hinum orsøkunum til óheilsu, sum t.d. royking, ovurnýtslu av alkoholi, vantandi kropsliga rørslu og ringir kostvanar. Tí varð ein skipað tilgongd løgd til rættis fyri at seta sálarliga heilsu á dagsskránna. Byrjað varð við lýsingarátakinum “Sunn Sinn”, sum hevði til endamáls at minka um stigmatisering av sálarligari óheilsu og tøgnmentanini, sum ofta er knýtt at sálarligum avbjóðingum. Eftir hetta varð avstralska konseptið “Act Belong Commit” (ABC fyri sálarliga heilsu) sjósett. Talan er um verkætlan við einum greiðum fólkaupplýsingar parti og einum íverksetandi parti, har einfaldi boðskapurin er, at fólk, sum eru virkin, virkin saman í sosialum sambondum og virkin í virksemi, sum kennist geva meining, menna sína sálarligu og sosialu heilsustøðu. Hetta ger tey so aftur meira mótstøðufør í mun til aðrar tættir, sum geva óheilsu. Í dag er verkætlanin vaksin til eitt tjóðar-samtak, sum telur 25 ymiskar stovnar, feløg og kommunur runt um í Føroyum, og sum er niðurfelt sum týdningarmikið raðfestingarøki í heildarætlanini hjá heilsuverkinum fyri sálarliga heilsufremjan. Føroyska ABC-átakið er m.a. nevnt sum munadygt fólkaheilsuátak í fleiri altjóða miðlum, her ímillum kenda vísindaliga tíðarritinum “Lancet” og er umtalað sum serstakliga vælegnað átak í avstralskum og norðurlendskum miðlum. Í 2016 hevði FHR vitjan av Robert Donovan, sum er professari við Curtin University í Vesturavstralia og stovnari av Act  Belong Commit, og aftur í 2019 vitjaði Darci Miller frá avstralska bólkinum. Hon hevði m.a. skeið fyri ungdómum og feløgum í at gerast ABC ungdóms-kveikjarar, sum er dømi uppá eina víðari menning av tilgongdini. 

 
FHR stóð eisini saman við Sig Frá, Amnesty og Føroya Politi um sera sjónliga átakið “Sex krevur samtykki” í 2017 og “Mynd krevur samtykki” í 2018, sum varpaðu ljós á eitt heilt nýtt øki í fólkaheilsuhøpi. Í 2019 settu somu stovnar kikaran á haturstalu, og  samstarvið ímillum hesar stovnar heldur fram í komandi ári. FHR hevur saman við øðrum stovnum eisini skipað fyri “Viku Sex” seinastu fýra árini, har upplýst hevur verið um kynslív, samtykki og mørk fyri føroyskum ungdómi, sum eisini eru týdningarmiklir fólkaheilsuligir tættir.

FHR hevur seinastu fýra árini skipað fyri fleiri heilsukanningarátøkum, m.a. átakið “Heilsa á ferð”, sum var hildið runt um í landinum. Fleiri enn 5000 føroyingar hava vitjað hesi tiltøk og hava fingið gjørt neyvar mátingar av síni heilsustøðu av okkara dugnaligu heilsustarvsfólkum. Í 2018 menti Fólkaheilsuráðið eisini rørslukonseptið “Rørslufagnaður”, sum er eitt heilt serstakt rørsluátak fyri øll, har temað ber brá av undirhaldi, sirkus og karnivalsmentan. Bæði í 2018 og 2019 luttóku fleiri enn 3000 í átøkunum í Havn, fólk umboðandi allar aldursbólkar og samfelagsbólkar. Ein handbók varð síðan framleidd, sum lýsir konseptið, og hvussu mann samskipar tað, sum í 2019 varð útbreitt til onnur støð í landinum.


FHR hevur havt fokus á heilsugóðan kost í fleiri átøkum m.a. kunnu vit nevna tiltakið “Etið saman” 2017 og 2018, har dentur varð lagdur á sansaliga og sosiala partin av at eta mat við høgari góðsku saman við øðrum. Í hesum sambandi vóru fleiri enn 2000 rættir borðreiddir av okkara fremstu kokkum til borgarar runt  í Føroyum. Endamálið var at lýsa heilsugóðan kost frá einum jaligum og uppbyggjandi sjónarhorni. FHR ynskir at menna hetta økið víðari og hevur tankar um at tillaga tey 10 kostráðini, so tey betri passa saman við føroyskari matmentan.


Talið á roykjarum hevur ongantíð verið lægri enn í dag og er fallið niður um 20% seinastu fýra árini. Fólkaheilsuráðið hevur havt fleiri upplýsandi tiltøk um royking, har mest sjónliga átakið ivaleyst var, tá 1,2 tons av hoyggi varð brent í Sandagerði fyri at vísa nøgdirnar av tubbaki, sum verður roykt hvørja viku í Føroyum. Eisini hava tiltøk verið úti í fólkaskúlunum. Vit hava sms-skipanina “Kom og legg av”, sum er eitt tilboð til roykjarar, sum ynskja at leggja av. FHR metir, at størri lógarbroytingar nokk skulu til fyri at fáa roykitølini longri niður og hava vit sent Heilsumálaráðnum uppskot. Haraftrat er tørvur á betri tilboðum til roykjarar, sum ynskja at steðga við roykingini.

Í 2017 byrjaði FHR átak um Gerandishetjur, sum er átak undir føroysku útgávuni av ABC fyri sálarliga heilsufremjan. Í hesum sambandi hevur eisini verið samstarvað við føroyskar, avstralskar og amerikanskar granskarar. Gerandishetjuhugtakið kann m.a. nýtast at menna dirvi, umsorgan, tolsemi og samkenslu ímillum børn og ung og til at fyribyrgja happing og mismun. Endamálið er eisini at menna “lívsførleikar” (life skills) hjá føroyskum børnum og ungdómi. Eisini hevur FHR saman við ALS ment konseptið “Rakna”, sum ástøðiliga byggir á atferðarviðgerð, har dentur er lagdur á persónliga menning. Konseptið er upprunaliga ment til at fáa arbeiðsleys aftur í arbeiði, men kann eisini nýtast til aðrar samfelagsbólkar og -avbjóðingar. Í hesum sambandi er konseptið lýst í handbók, sum FHR í næstum fer at almannakunngera.

Av kanningum hevur Fólkaheilsuráðið m.a. almannakunngjørt áhugaverd úrslit frá kanningunum “Hvussu hevur tú tað?” 2015, ESPAD 2015, umframt árligum Gallupkanningum av heilsustøðu føroyinga. Hesar kanningar vísa m.a. jaligu úrslitini, at føroyskir ungdómar nýta munandi minni av rúsandi evnum enn flestu aðrir ungir evropearar, men á neiligu síðuni sær tað út til, at tey yngru vaksnu í Føroyum hava størstu avbjóðingarnar á heilsuøkinum. Eisini varð víst á sambandið ímillum heilsustøðu og sosiala støðu hjá føroyingum. “Hvussu hevur tú tað?” kanningin varð framd aftur seint í 2019 við 3000 luttakarum. Hesi úrslit verða greinað nú. Í 2017 framdi FHR eina OECD-kanning “Better Life”, har m.a. varð víst, at Føroyar á fleiri økjum liggja heilt í topp samanborið við onnur lond, tá talan er um liviumstøður. Tó eru tað samfelagsbólkar í Føroyum, sum eiga at fáa serstakt uppmerksemi. Komandi ár eru líknandi kanningar eisini á skránni, og hesar eru alneyðugar fyri at kunna hugsavna arbeiðið neyvt, har størsti tørvurin er.
Fólkaheilsuráðið skipaði saman við Heilsu- og Innlendismálaráðnum fyri fólkaheilsuráðstevnuni “Fólkaheilsa fyri øll” í 2016, sum nettupp tekur støðið í breiða heilsuhugtakinum hjá WHO. Høvuðsevnið var “Exercise is Medicine”, har m.a. kendi danski professarin, Bente Klarlund Pedersen, tók lut. Eisini var ABC fyri sálarliga heilsu lagt fram á fyrsta sinni. At kunna fyribyrgja og viðgera fleiri av teimum stóru liviháttarsjúkunum við kropsligari venjing er væl prógvað vísindaliga og eigur at vera munandi betri skipað í føroyska heilsuverkinum skjótast gjørligt. Í 2017 var evnið á ráðstevnuni sálarlig heilsa, har m.a. Matt Langdon úr Sydney lýsti gerandishetjukonseptið. Til báðar hesar fyrstu ráðstevnurnar luttóku 300-400 fólk. Í 2018 var FHR vertur fyri norðurlendska bólkinum Nordisk Rusmiddel Seminar, har FHR eisini er umboðað, har umboð fyri øll Norðurlond, sum arbeiða við fyribyrging av rúsdrekka og -evnum, luttóku saman við føroyskum luttakarum.


Í 2019 savnaði FHR 400 menn í Kongshøll til ráðstevnuna “Hvussu hevur tú tað maður?" har mannfólkaheilsa var á breddanum, og í januar í 2020 var FHR vertur fyri triðju altjóða vísindaligu ráðstevnuni “Football is Medicine 2020” við 220 luttakarum umboðandi allar heimspartar. Í sambandi við ráðstevnurnar hevur ein fólkaheilsuvirðisløn verið handað til fólk, sum  hava gjørt serstakliga munadygt fólkaheilsuarbeiði. Fólkaheilsuráðstevnurnar hava seinastu árini markerað tey høvuðsøki, sum FHR metir eiga at verða raðfest.


FHR hevur seinastu fýra árini arbeitt við fleiri verkætlanum, har bóltspøl hava verið nýtt til heilufremjandi endamál. Herundir kunnu vit nevna “11 for Health”, sum er heilsuundirvísing fyri 10-12 ára gomul børn ígjøgnum spæl. Talan er um granskingargrundað ítróttarkonsept, sum bæði betrar kropsliga heilsu, sosialan trivnað, innlæring og vitan um heilsu. 600 føroysk børn hava tikið lut higartil. Eisini hevur FHR saman við Setrinum og Fótbóltssambandinum arbeitt vit at seta í verk Heilsufótbólt í Føroyum og við verkætlanini “Fit First 10”, sum er ítróttarátak, har 10 ymiskar ítróttargreinar verða nýttar sum heilsufremjandi amboð.


Ein nýggj avbjóðing á heilsuøkinum seinastu árini er, at nógv fólk hava ov nógva skíggjatíð á arbeiðsplássunum, skúlunum og í frítíðini. Fólkaheilsuráðið hevur kannað økið í Føroyum seinastu trý árini og víst á, at hetta er ein vaksandi trupulleiki. Í 2018 menti ráðið skíggjaráð á sama hátt sum tey 10 kostráðini. Eisini hevur FHR koyrt lýsingarátakið “For hundin, eri er bundin?”, sum varpaði ljós á bundinskap. FHR hevur seinastu árini sjálvt staðið fyri framleiðsluni av flestu lýsingarátøkum og hevur í dag bæði útgerð og førleikar at gera dygdargóðar lýsingar.


Fólkaheilsuráðið er til fyri allar Føroyar og fyri alt fólkið, og ráðið hevur hetta seinasta árið verið á nógvum vitjanum og luttikið í fleiri tiltøkum uttan fyri miðstaðarøkið. Vit vóna tí, at gott samstarv við stovnar og kommunur runt um í landinum kann mennast enn meira komandi árið. Vit vilja eisini takka Heilsumálaráðnum, stovnum, kommunum og einstaklingum fyri gott samstarv seinastu fýra árini.

 

Við fólkaheilsukvøðu

 


Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum
 

}