27. apríl 2021
Magn fer í samstarvi við Fólkaheilsuráðið, at skipa fyri einum heilsuátaki í mai 2021. Heilsuátakið hevur heiti "Virkið Magn", sum skal lýsa virkni hjá fyritøkuni í mun til heilsu og heilsufremjandi tiltøk fyri starvsfólkini henda mánaðan.
Endamálið við átakinum er, at varpa ljós á heilsu, bæði sálarliga heilsu og kropsliga heilsu. Átakið
er við íblástri frá Fólkaheilsuráðnum og tekur støði í ABC sálarliga heilsu, sum er ein sálarlig
heilsufremjandi ætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at røkja og fremja sálarligu
heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Sálarlig heilsa skal skiljast sum ein støða í trivnaði og við
heilsufremjandi ætlanini, verður við góðum ráðum gjørd ein roynd fyri at fáa starvsfólkini á Magn at
minnast til tey góðu tingini, sum geva meining fyri hvønn einstaka.
Magn fer hendan mánaðan at bjóða starvsfólkum sínum til ymiskar fyrilestrar og tiltøk, millum annað hevði Monika Mohr frá Fólkaheilsuráðnum eina framløgu um, hvussu ein kann gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna, umframt hetta hevur Magn einaspurnarkapping allan mánaðan, sum snýr seg um heilsu. Vinningur verður trektur hvønn
fríggjadag millum tey, sum hava luttikið í spurnarkappingini og hava gitt rætt.
Í hesum sambandi hevur Magn stovna eina innanhýsis síðu á Facebook, har ein skrá fyri hvørja viku í
mai verður løgd út til starvsfólkini. Á skránni verður millum annað fyrilestrar um heilsu, venjing í
morgunfimleiki og umframt hetta verður dagliga víst á góð ráð, við íblástri frá álmanakkanum hjá
Fólkaheilsuáðnum, hvussu tað á ymiskar mátar ber til at vera virkin
Fyrsta tiltakið var týsdagin í hesi vikuni, tá øll starvsfólkini á Magn hava fingið bjóðað møguleikan til at fáa ymiskar
heilsumátingar sum eitt nú vekt, BMI, vøddamong og blóðtrýst. Við mánaðarendan í mai, ber aftur til
hjá starvsfólkunum at máta seg og tá ber til at síggja, í hvønn mun tær smáu broytingarnar kunnu
hava ávirkan á heilsuna.
Smáar broytingar gera mun!