Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

05. februar 2021

Yvir 700 myndir uppá 31 dagar

Undirtøkan fyri Virkin januar var nógv størri, enn vit høvdu ímyndað okkum. Talið av fylgjarum vaks við upp ímóti 50% uppá 31 dagar.

Í sambandi við átakið Virkin januar hevði Fólkaheilsuráðið eina kapping, har fólk vóru eggjað til at leggja myndir út á Instagram sum vístu, hvussu tey vóru virkin í januar. Av myndunum, sum Fólkaheilsuráðið hevur atgongd til at síggja, løgdu fólk heili 637 myndauppsløg út, sum vístu, hvussu tey brúktu álmanakkan ella høvdu fingið egin hugskot til at vera virkin í januar. “Umframt hettar hava fleiri lagt myndir út á “story” á Instagram, sum ber til at síggja í 24 tímar. Vit hava sæð upp ímóti 80 uppsløg av hesum slag, so tilsamans hava føroyingar lagt yvir 700 myndir út á Instagram, sum tey sjálvi hava tikið” sigur ein fegin formaður í Fólkaheilsuráðnum, Magni Mohr.

“Tá vit løgdu ætlanir fyri Virkin januar, var endamálið at skapa tilvit um, hvussu einfalt tað kann vera at styrkja sálarligu heilsuna. Vit vónaðu eisini at fáa fleiri fylgjarar á Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid”, so vit kundu røkka út við ABC boðskapunum og øðrum heilsuátøkum. Undirtøkan fyri Virkin januar var nógv størri, enn vit høvdu ímyndað okkum. Talið av fylgjarum vaks við upp ímóti 50% uppá 31 dagar. Hetta bendir á, at løtan var tann rætta fyri júst hesum átakinum” sigur Monika Mohr, sum samskipar ABC fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum Virkin januar er partur av.

Mann følir seg væl aftaná, mann hevur gjørt okkurt

1. februar kastaði Fólkaheilsuráðið lut millum myndirnar, sum fólk høvdu lagt út á Instagram við hashtag #virkinjanuar og #abcfyrisálarligaheilsu. Vinnarin gjørdist Sóleyð Eyðunsdóttir Poulsen. Fólkaheilsuráðið fekk eitt stutt prát við hana um luttøkuna í Virkin januar. Spurd um hvussu hon hevði brúkt álmanakkan sigur hon: “Eg havi brúkt hann sum eina vegleiðing. Eg havi roynt at fylgt álmanakkanum, og um tað ikki passaði inn, so havi eg bara hugsað at vera virkin uppá onkran annan máta. Næstan hvønn dag havi eg hugt eftir honum og roynt at gjørt okkurt“. Sóleyð heldur, at álmanakkin hevur virkað sum ein góð áminning um at vera virkin, og at tað hevur verið stuttligt at fylgt uppskotunum, tí ein ger ein eyka innsats. Av uppskotunum um at vera virkin, dámdi Sóleyð best uppskotini um at vera kropsliga virkin: “...tað er kanska tí, at eg havi bara mest eina fyristilling um, at tá man sigur virkin, so er tað kanska mest fysiskt. Men tað er eisini ein góð áminning um, at tað behøvist ikki altíð at vera mest fysiskt virkin, men sálarliga og sosialt eisini.” Vit spurdu Sóleyð, um hon hevði hoyrt um ABC fyri sálarliga heilsu áður, og tað vísti seg, at hon hevði lært um verkætlanina í sambandi við eitt skeið um sálarliga heilsu á Setrinum: “Faktisk síðan tað havi eg hugsað eitt sindur um tað við ABC fyri sálarliga heilsu og tað er faktisk eitt nokkso gott tiltak, haldi eg”. Sóleyð veit ikki um tað at fylgja álmanakkanum Virkin januar hevur ávirkað hennara sálarligu heilsu, men hon endar við at siga at “Eg veit ikki, um eg havi hugsað so nógv um tað, men tað er í hvussu so er stuttligt og mann følir seg væl aftaná, at mann hevur gjørt okkurt.“ Tað sum Sóleyð tekur við sær eftir luttøkuna í Virkin januar er, at hon ætlar at vera meira virkin uppá ymiskar mátar komandi tíðina. Vit ynskja henni og øllum øðrum alt tað besta við at verða meira virkin komandi tíðina. Eftir góðu undirtøkuna fara vit møguliga at endurtaka átakið seinni í árinum.

Myndirnar lýsa fjølbroyttar mátar at vera virkin

Kavi hevur verið meginpartin av januarmánaði, so meginparturin av myndunum, sum fólk hava deilt vísa m.a. vøkru hvítu náttúruna, fólk, sum eru til gongu, renna, skreiða, rógva kajakk, standa á skíð, sjóðdyppa og ríða. Eisini vóru nógv dømi um virksemi inni sum t.d. at binda, rudda út, venja, lesa bøkur, spæla putlispøl og brettspøl, eta saman við familju ella vinum, vera í kirkju, perla, veva, dansa, baka og mála. “Vit eru ovurfegin um undirtøkuna og fjølbroytni, sum myndirnar lýsa. Myndirnar lýsa so væl, hvussu ymiskt tað kann vera at fylgja boðskapunum um at vera virkin, saman og hugbundin, tí hvat gevur meining fyri tann einstaka kann vera ymiskt. Vit fegnast eisini um, at nógv, sum ikki eru á sosialu miðunum, hava brúkt álmanakkan - bæði í skúlum, barnagørðum og arbeiðsplássum” sigur Monika Mohr.  Fólkaheilsuráðið vónar, at átakið hevur givið øðrum íblástur til at vera virkin bæði kropsliga, sosialt, sálarliga og andaliga.

Um átakið

1. januar 2021 fór eitt nýtt átak av bakkastokki, sum eitur “Virkin januar”. Hettar átakið var partur av verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, sum eitur ABC fyri sálarliga heilsu.

Við 31 uppskotum í einum álmanakka um hvussu tú kanst vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga í januar, var endamálið við átakinum Virkin januar at gera fólk tilvitað um, hvussu einfalt tað kann vera at gera eitt sindur hvønn dag, sum hevur góða ávirkan á bæði sálarligu og kropsligu heilsuna. 

Álmanakkarnir kundu takast niður sum prent, og uppsløg vóru eisini á sosialu miðlunum, Facebook og Instagram hvønn dag. Serliga á Instagram gjørdi Fólkaheilsuráðið nógv burturúr at varpa ljós á átakið.