Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo
Endamál ráðsins

Endmálsorðing

Fólkaheilsuráðið hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum. 

At ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk,
At styrkja heilsufremjandi, sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk við ráðgeving og stuðuli til royndar- og menningararbeiði kring landið.
At taka stig til kanningar og útgreiðingar, sum eiga at verða framdar sum liður í einum heildarfyribyrgingartiltaki, ella sum liður í eini meting av verandi heilsufremjandi og sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøkum.
At stimbra gransking og royndum á fyribyrgingarøkinum.
At skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd.

Fólkaheilsuætlan

Endamálið við hesi ætlan er at betra um heilsustøðuna hjá føroyingum og at betra um lívsgóðskuna og við tí eisini at leingja um livitíðina. Hesin bóklingur er ein samandráttur av Fólkaheilsuætlan føroyinga, sum varð framløgd í apríl mánaði 2006.

Hetta álit varð gjørt í sambandi við visjónsarbeiðið, ið gjørt var, har hugt varð eini tíggju ár fram í tíðina. Hetta er tað sum varð kallað Visjón 2015.