Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

Hvat er privatpolitikkurin hjá Fólkaheilsuráðnum?

Hesin privatpolitikkur greinar, hvørjar persónsupplýsingar verða savnaðar á www.folkaheilsa.fo, og hvat hetta verður brúkt til. 

Hvørjar upplýsingar savna vit?

Tá tú ferðast á okkara síðu, savna vit upplýsingar um tína tóleind (teldu/teldil/snildfon). Hesar upplýsingar fevna um:

- Hvørjar cookies verða goymdar
- Slag av tóleind
- Slag av kaga (browser)
- Tíðarsonu
- IP-adressu
- Hvørjar síður, tú vitjar
- Hvussu tú fanst fram til okkara síðu

Tøknin, vit nýta til innsavnan, er cookies sum eru eru dátufílur, sum verða goymdar á tíni tóleind. 

Tú kanst síggja hvørjar cookies, ið vera nýttar  her
 

Hvussu brúka vit hesar upplýsingar?

Upplýsingar um tóleindir
Vit brúka upplýsingar, ið vit savna inn um tóleindir o.a., til at hava eyguni við møguligum álopum á síðuna. Vit brúka eisini hesar upplýsingar til at betra um okkara síðu, so at vit kunnu geva tær eina betri uppliving.
Ísv. marknaðarátøk kunnu vit brúka upplýsingar um tóleindina fyri at betra, avmarka og tillaga samskiftið, so at tað er so greitt og viðkomandi sum gjørligt.

Deiling av tínum upplýsingum
Fyri at kunna útinna tað, sum er lýst omanfyri, verða tínar upplýsingar deildar við hesar uttanhýsistænastur:

- Dynamicweb – fyri at kunna uppspora og forða fyri møguligum álopum frá teldusníkum og fyri at støðugt kunna betra um virkisførið av síðuni.
- Google Analytics – fyri at síggja, hvussu tú brúkar síðuna, og betra um upplivingina.
- Vit brúka Facebook tracking pixels, so at marknaðarføringin verður betri og meira málrættað.

Starvsumsóknir

Allar umsóknir til Fólkaheilsuráðið, umbidnar og óumbidnar, skulu sendast til fhr@folkaheilsa.fo , sum er ein felags teldupostur, ið leiðslan nýtir.
 
Umsóknirnar vera goymdar í innanhýsis skipan, ið einans leiðslan hevur atgongd til, har tær liggja, til starvið er sett, og síðani verða allar umsóknir strikaðar. Óumbidnar umsóknir vera strikaðar 6 mánaðir eftir at tær eru móttiknar. 

Tú ert altíð vælkomin at heita á okkum, um tú ynskir tínar dátur strikaðar úr skipanini. Vit svara skjótast gjørligt (og í seinasta lagi innan ein mánað) eftir at hava móttikið tína fráboðan – hóast hetta tíðarskeið kann verða longt í tvørligum serførum.  

Dátueftirlit

Dátueftirlitið fyri hesa heimasíðu er: Fólkaheilsuráðið – føroyskur almennur stovnur við virkisnummari (V-tal) 503738 og heldur til á:

Fólkaheilsuráðið 
J.C. Svabosgøta 43 
100 Tórshavn 
+298 30 47 00 
fhr@folkaheilsa.fo
www.folkaheilsa.fo

Tíni rættindi

Tú hevur rætt til atgongd til allar upplýsingar, vit goyma um teg. Tú kanst eisini biðja um, at upplýsingarnar um teg verða tillagaðar ella strikaðar.

Ynskir tú innlit í upplýsingar, vit goyma um teg, ella ynskir tú at broyta ella strika hesar upplýsingar, so send okkum ein teldupost á frh@folkaheilsa.fo

Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at boðini eru móttikin.

Spurningar?

Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á +298 30 47 00 ella á fhr@folkaheilsa.fo. Tú ert sjálvandi eisini altíð vælkomin at hyggja inn á J.C. Svabosgøta 43 í Tórshavn.

Dagføringar

Okkara privatpolitikkur verður dagførdur, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk. 
 
Seinast dagført 20-01-2021